Hevur latið yvir 20 litrar av blóði

?Eg føli meg altíð væl til passar, tá ið eg havi latið blóð. Men tað er ikki bara ølin, eg fái aftaná, sum ger tað, sigur Bergur Stórhamar, stórleverandørur av blóði til Suðuroyar Sjúkrahús


Blóðgáva

?Teir eru altíð til reiðar at blaka alt frá, sær, teir hava í hondini fyri at hjálpa til Teir eru altíð fittir og altíð í góðum lag.
Sigur Randi Strøm, laborantur á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Og teir, hon tosar um, eru teir blóðgevarar, sum Suðuroyar Sjúkrahús hevur.
Ein av teimum allar ídnastu at bróta upp um ermar, tá ið brúk er fyri tí, er Bergur Stórhamar á Tvøroyri.
Fríggjadagurin í næstseinastu viku var ein heilt serligur dagur hjá honum, tí tað mann vera fáum beskorið at kunna halda tveir hátíðardagar sama dag. Men tað kundi Bergur Stórhamar fríggjadagin 1. februar.
Í fyrra lagi hevði hann hendan dagin arbeitt í umsitingini á Suðuroyar Sjúkrahúsi í 25 ár. Men hendan sama dagin læt hann eisini blóð fyri 50. ferð.
? Hetta er fyrstu ferð, vit hava ein blóðgevara, sum hevur latið blóð heilar 50 ferðir, sigur Randi Strøm, ið var laboranturin, sum tók hesa sjáldsomu blóðgávuna frá Berguri.
Hvørja ferð, ein letur blóð,verða 450 millilitrar tappaðir av. Sostatt hevur Bergur Stórhamar latið tilsamans 22,5 litrar av blóði.
Afturfyri sína trúgvu tænastu fyri blóðbankan í Suðuroy, fekk Bergur eina gullnál frá sjúkrahúsinum.

Fekk tvær øl
Tað var meiri ella minni av tilvild, at Bergur Stórhamar yvirhøvur bleiv blóðgevari.
?Fyrstu ferð, eg læt blóð, var í 1974. Tá arbeiddi eg í Havn, tá ið útvrpið lýsti eftir blóðgevarum til Landsjúkrahúsið. Nakrir vinmenn gjørdu av at melda seg til, so eg fylgdi bara við.
Men síðani hekk eg við, eisini eftir at eg kom suður á Tvøroyri at arbeiða á sjúkrahúsinum í 1977 og tað hevur nú gjørt hann til gávumildasta blóðgevaran í Suðuroy.
Bergur Stórhamar tekur tað næstan sum eina skyldu at lata blóð.
? Skuldi tann dagur komið, har eg sjálvur fái brúk fyri blóði, vil eg fegin, at onkur er, sum hevur latið blóð, sigur hann.
Hann sigur, at hann veit ikki, hvussu tað ber til, men hann følir seg altíð væl til passar eftir at hann hevur latið blóð.
? Eg haldi ikki, at tað bara er ølin, eg fái aftaná, sum ger tað. Men tá ið eg havi latið blóð, fáa eg eina ella aðra kenslu av at verða væl til passar og lættur í sinni, sigur hann.
Tá ið blóðið er latið, skal ein helst drekka okkurt aftaná og blóðgevarar fáa tí antin eina øl, ella eina sodavatn at drekka aftaná.
?Einaferð skuldi eg gera væl og drakk eina øl, áðrenn eg fór at lata blóð. Men tað gekk slett ikki, tí tað vildi ikki renna og eg mátti gevast.
Og júst hendan vælsignaða ølin er viðhvørt havt sín týdning, tá ið fólk eru komin at lata blóð.
Laborantarnir minnast einaferð fyri nógvum árum síðani, tá ið blóðgevingin ikki var so væl skipað, sum hon er nú, at ein maður var komin at geva blóð. Tá ið hann var liðugur, gjørdi hann dundrandi vrøvl, tá ið hann bara fekk eina øl, tí Deisting lækni, hevði staðiliga lovað honum, at hann skuldi fáa tvær øl, vildi hann fara at geva blóð......