Tað kann koma at kosta Fólkaflokkinum dýrt, at hann vrakaði Páll Vang av Tvøroyri sum landsstýrismann í samgonguni, sum júst er skipað ímillum Fólkaflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Tjóðveldisflokkin.
Fólkaflokkurin hevur ikki havt tingmann úr Suðuroy í ein mansaldur, men hesuferð vórðu øll segl sett fyri at fyri at skriva politiska søgu. Og útlitini fyri at fáa mannin vuksu munandi, tá ið atkvøðuslúkarin Jákup Olsen í Vági mynstraði av teirri søkkandi skútuni hjá Niels Paula Danielsen og Lassa Klein í Kristiliga Fólkaflokkinum og skundaði sær umborð hjá Fólkaflokkinum.
Men tað var ikki nóg mikið kortini.
Akkurát ikki.
Tí táið avtornaði, og atkvøðurnar vóru taldar - og fíntaldar - manglaði Fólkaflokkurin fimm atkvøður í at fáa mannin fyri nøsini á Sambandinum, sum so var sponnina frammanfyri og fekk mannin ístaðin.
Bestu undirtøkuna á Fólkaflokslistanum í Suðuroy fekk Páll Vang við 187 atkvøðum. Næstflestar atkvøður fekk Jákup Olsen, sum fekk 149 atkvøður.
Blóð uppá tonnina
Men valúrslitið førdi við sær, at Fólkafloksmenn í Suðuroy fingu blóð uppá tonnina.
Og táið alt so bendi á, at Fólkaflokkurin kom í landsins stjórn, og enntá við trimum fólkum í Tinganesi, settu suðuroyingar hart uppá, at nettupp Páll Vang av Tvøroyri skuldi fáa kansin í Tinganesi hesuferð.
Ikki skerst burtur, at Páll Vang hvur staðið seg væl í kommunalpolitikki seinastu árini og á koimmunuvalinum á Tvøroyri seinast var hann suverenur toppskorari.
Og Fólkafloksmenninir úr Suðuroy ivaðust ikki í, at tað kom hann í landsstýrið hevði tað kastað so frægt av sær, at flokkurin vann tær fimm atkvøðurnar inn á sambandsflokkin so at Fólkaflokkurin aftur fekk suðuroying á ting fyri fyrstu ferð síðani sekstiárini.
Kann kosta dýrt
Men sum kunnugt kom Páll Vang ikki í Lansstýrið.
Og tað hevur loypt slíka øði í Fólkafloks-fólk í Suðuroy, at tað er greitt, at tað fer at fáa avleiðingar fyri flokkin.
Hvussu álvarligar avleiðingarnar verða, fæst ikki yvirlit yvir fyrrenn fundur hevur verið í fólkafloksfelagnum í Suðuroy og tey hava gjørt støpuna upp.
Tað er eisini ætlanin at reisa málið næstu ferð nevndin í landsfelag Fólkafloksins hevur fund.
Men tað er kortini longu nú greitt, at tað summi av teimum fremstu fólkafloksmonnum í Suðuroy hava tikið stuðul sín til flokkin aftur í landspolitikki.
Tað er somuleiðis greitt, at uppstillingin hjá Fólkaflokkinum í Suðuroy til komandi løgtingsval og fólkatingsval, hongur í einum klønum tráði.
Tí fólkafloksfólk í Suðuroy siga, at tað er onki endamál at stilla upp, bara fyri at verða brúkt til at skrava atkv´ður saman til ein eykavaldan tingmann norðanfjørðs ella til ein fólkatingsting norðanfjørðs.
Tá ið Suðuroyingar púra onga ávirkan fáa, ella mugu fáa, er heldur ongin grund til at stilla upp, siga keldur í Fólkaflokkinum fyri Sosialinum.
Hevur gjørt støðuna upp
Men hóast tað er eitt sindur ógreitt, hvørja lagnu Fólkaflokkurin í Suðuroy fær, er tað tó ein av kendastu grundstuðlum hjá flokkinum, sum hevur gjørt støðuna upp.
Tað er Ási Jacobsen á Tvøroyri, sum hevur verið fólkafloksmaður allar sínar dagar.
Og hann hevur gjørt bart og hevur meldað seg úr Fólkaflokkinum síðani tað gjørdist greitt, at Páll Vang ikki vann fram sum evni til ein av landsstýrissessum Fólkafloksins.
Hann hevur verið uppstillaður fyri flokkin og hann hevur verið stillari til mong val. Somuleiðis hevur hann havt onnur álitisstørv fyri flokkin, eins og hann hevur verið nevdarlimur í Suðuroyar Fólkafloksfelag í nógv ár.
Hann er eisini ein av teimum, sum hvørja ferð arbeiða aftanfyri leiktjøldini fyri at fáa flokkinum eitt so gott val sum gjørligt.
Men nú er hann ikki limur í Fólkaflokkinum longur.
Hann sigur, at hann tekur allan sín stuðul til Fólkaflokkin í landspolitikki aftur. Tó fer hann ikki at melda seg í ein annan flokk, men fer framvegis tað, hann er mentur, at stuðla Páll Vang í kommunalpolitikki.
Vit sum atkvøddu fyri Fólkaflokkinum og hava stuðlað honum, tað, vit hava kunnað, eru ómetaliga ónøgd við, tað, sum er farið fram, nú nýggja landsstýrið varð skipað, sigur Ási Jacobsen í eini viðmerking.
Hann sigur, at hann, eins og nógv onnur, hava verið trúgv ímóti flokkinum í nógv ár.
Og ikki minst hesuferð gjørdu tey øll eitt stórt arbeiðið fyri at fáa mannin, tí nú løgtingssessurin fyri einaferð skyld í næstan 30 ár, aftur var í eygsjón.
Vit kláraðu næstan at koma á mál hesuferð.
Men kortini vórðu vit fullkomiliga ignorerað.
Og tí er tað, at vit spyrja. Er nakað galið við okkum her suðuri?
Tað halda vit ikki. Tí halda vit, at okkurt er galið við teimum, sum umboða flokkin norðanfjørðs.
Ási Jacobsen sigur, at verður hugt eftir atkvøðutalinum, skuldi verið sólaklárt, at Fólkaflokkurin í Suðuroy fekk eitt umboð í Landsstýrið.
Hann nevnir t.d., at sandoyingar hava fingið tvey fólkafloks-umboð í landsins stjórn við 145 atkvøðum í part í miðal
Norðoyingar fingu trý fólkafloks-umboð í landins stjórn við 350 atkvøður í part.
Men suðuroyingar fingu ikki eitt fólkafloksumboð í nýggju samgonguna við 494 atkvøðum.
Hetta halda vit er ovboðið.
Hann sigur, at hjann veit ikki, hvussu fólkafloksmenn norðanfjørðs hugsa.
Men hann vísir m.a. til eina grein í Dagblaðnum í gjár um at Finnbogi er blivin løgtingsformaður.
Har stendur, at ?tað er sum kunnugt strævið at fáa kabalina at ganga upp, táið táið fleiri jokarar eru við. Kann tað hugsast, at tað er ein ?klika³ í Tjóðveldisflokkinum, sum vil halda honum burtur³.
Ási Jacobsen sigur, at hann hevður hug at venda hesum og at spyrja. Tað er sum kunnugt strævið at fáa kabaluna at ganga upp, táið fleiri jokarar eru við. Kan ntað hugsast, at tað er ein ?klika³ í Fólkaflokkinum, sum vil halda Páll Vang burtur?
Hann vísir eisini á, at eftir Dagblaðnum at døma heldur Fólkaflokkurin at tað var alt umráðandi at fáa landsstýrismann úr Suðurstreymoy fyri at varðveita maktjavnvágina við Tjóðveldisflokkin, sum hevur fýra suðurstreymoyingar í samgonguni.
Men Suðuroyggin er ikki tikin uppá tunguna. Fólkaflokkurin hevur strikað Suðuroynna av politiska landkortinum.
Tað eru 26 fólk tilsamans í samgonguni, 18 tingmenn og átta landsstýrismenn.
Av teimum eiga suðuroyingar bara 1 (ein) og tað er ein tjóðveldismaður.
Tá tosa fólkafloksmenn ikki um eitt rættvíst býtið ímillum flokkarnar.
Ási Jacobsen sigur, at tað var eitt so mikið stórt vónbrot at Páll Vang varð vrakaður, at nú, hann hevur umhugsað støðuna í nakrar dagar, hevur gjørt av at melda seg úr Fólkaflokkinum at hava umhugsað.
Hann leggur afturat, at hann stendur neyvan einsamallur í hesum máli, tí nógv, hann hevur tosað við, ganga í hesum døgum og umhugsa støðu sína í Fólkaflokkinum.
Nú er tað hvørja ferð, tá ið landsstýri verða skipað, at valømi eru misnøgd. Men so plagar tað at laga seg aftur.Men so plagdi tað at laga seg aftur til næsta val. Verður tað ikki tað sama hjá tykkum, ella stingur hetta djúpari?
Nei, tað verður ikki tað sama. Mín støða er púra greið. Landspolitiskt eri eg liðugur við Fólkaflokkin - og eg vænti, at tað verða fleiri við mær. Eg ivist í, um nakar tímir at stilla upp her suðuri aftur, tí, hvat skulu vit stilla upp til?, spyr Ási Jacobsen.