Hevur tú hug til AFS ? far so avstað

So avgjørdur er Símun Joensen úr Klaksvík, sum var AFS næmingur í einum lítlum býi í Wisconsin í USA í eitt ár. Hann letur væl at árinum og sigur, at tað er eitt stórt upplivilsi at royna at búgva aðrastaðni í eina tíð

Símun fór avstað í august mánaði í 2001, og kom aftur knapt ár seinni í juli í 2002. Hann búði hjá eini familju við tveimum systkjum, sum vóru ávíkavist eitt ár eldri og tvey ár yngri enn Símun.
Hann gekk í high school saman við 400 øðrum í aldrinum 15 til 18 ár. Tað verður ikki mett at vera ein serliga stórur skúli í USA. Símun greiðir frá, at bara søga og enskt vóru lærugreinar, sum tey skuldu hava, hinar vóru allar vallærugreinar. Møguleikarnir vóru nógvir í tali.
Men tað var ikki bara stuttligt at vera so langt burtur í einum øðrum landi millum onnur fólk við øðrum siðum og aðrari mentan.
? Um eg skal lýsa árið í stuttum, so var tað eitt fantastiskt upplivilsi, men sjálvandi vóru summir dagar sera harðir at koma ígjøgnum, serliga tí tað var torført at venja seg við teirra vanar og mentan, greiðir Símun frá. Men honum longdist slettis ikki heim, so tað var ein styrki hjá honum.
? Amerikanarar eru løgnir, heldur Símun fyri og flennandi greiðir hann frá, hvussu tey bara skulu vera eitt sindur øðrvísi.
? Vit hava tvey hol í vanligum A 5 blokkum, men sjálvandi skulu amerikanarar hava trý hol, sigur Símun og peikar á ein blokk á borðinum. Hann nevnir eisini onnur einkul ting, sum eru øðrvísi í USA.

AFS er sakin
Símun gekk í 1. g á Kambsdali, tá hann av álvara byrjaði at umhugsa at fara út í heim í eina tíð. Tað var tó mest av tilvild, at hann júst valdi AFS. Tað vóru fýra onnur í hansara flokki, sum skuldu avstað, og tá Símun viðgekk fyri sær sjálvum, at hann var vorðin sera skúlatroyttur, freistaðist hann av ætlanunum hjá floksfeløgunum og setti seg í samband við lestrarvegleiðaran. Har fekk hann at vita, at hann skuldi seta seg í samband við formannin í AFS í Føroyum. Tað gjørdi hann so í mars mánaði í 2001. Hetta er í seinna lagi, tá ein ætlar sær avstað, men hann var heppin og slapp sum tann seinasti í ríkinum saman við 107 øðrum til USA sum AFS næmingur.
? Um ein gongur og hugsar um at fara, so er bara at fara, tí tað er sera spennandi og læruríkt. Sjálvt um eg var so skúlatroyttur, so var tað heilt øðrvísi at royna ein skúla í útlandinum, greiðir Símun frá.
Hann sigur, at ein fær nógvar nýggjar vinir og lærir nógv av einum tílíkum uppihaldi.
? Mítt mál var fyrst og fremst at læra málið og at koma í samband við nýggj fólk, sigur hann. Men hann fekk nógv onnur góð og minni góð upplivilsi og minnir heim við aftur í viðførinum. Millum annað var hann staddur í USA tann minniliga 11. septembur í 2001.
? Hóast vit vóru so langt burtur, so var tað ein skelkur fyri øll, sigur hann.
Símun kom heimaftur á klettarnar meira enn 11 mánaðir eftir, at hann var farin. Men tað var als ikki torført at koma aftur. Hann fór í ein nýggjan flokk á Kambsdali og byrjaði aftur at venja fótbólt við fyrstu deild hjá KÍ beinanvegin.
? Eg ætli mær yvir aftur einaferð, tað er púra vist, men um tað verður so longi, tað veit eg ikki, sigur Símun Joensen at enda.