Hevur yvirlivað í permafrostinum í 24.000 ár

Sambært The Guardian hava granskarar nú funnið eitt mikroskopiskt hjóldýr undir permafrostinum í Sibiria, sum er 24.000 ára gamalt og hevur megnað bæði at yvirlivað og nørt seg.

 

Mikroskopiska hjóldýrið hevur bæði megnað at yvirlivað og nørt seg í permafrostinum í Sibiria.

 

 

Sagt verður um hjóldýrið, sum á latínskum kallast "bdelloid rotifers", at tað hevur støddina á einum sandkorni og hevur verið til í minsta lagi í 35 miljónir ár. Dýrið hevur sambært bretsku ávísini The Guardian havt eini ótrúlig evni til at yvirlivað bæði svongd, vantandi súrevni og stálingar.

 

Granskarar meta, at dýrið av hesum slag, tey nú hava funnið undir permafrostinum í Sibiria, er 24.000 ára gamalt og Petter Bøckman, djórafrøðingur, ið starvast sum lektari á Náttúrusøguliga savninum á Universitetinum í Oslo, heldur, at tað, sum granskararnir nú hava funnið, er ansvekjandi. 

 

Tað sigur hann við VG.

 

Sambært The Guardian er tað nú prógvað, at hjóldýrið hevur yvirlivað í 24.000 ár undir permafrosti og síðan bæði hevur megnað at yvirlivað og nørt seg víðari, og granskarar halda tað verið sera merkisvert, at hjóldýrið framvegis er á lívi.

 

- Ja, hetta er rættiliga anvekjandi. Tá vatn frystir og verður til ískrystallir, oyðileggjast kyknurnar í livandi verum. Men, mikroskopiska dýrið, sum er ryggleyst, hevur megnað at yvirlivað hetta. Tað er virkuliga ófatiligt, tí vanliga høvdu slík dýr kanska livað í eina viku undir slíkum umstøðum, sigur Petter Bøckman, djórafrøðingur.

 

Hann vísir á, at tá kuldin er so nógvur sum í sibiriska permafrostinum, kunnu vanlig djór ikki liva og nørast. Her hevur so mikroskopiska hjóldýrið tó megnað at yvirlivað í 24.000 ár, og tað er ein verulig stórhending - serliga fyri fólk, sum starvast á mínum øki, sigur djórafrøðingurin og lektarin.

 

The Guardian skrivar, at hjóldýrið kann hava ligið goymt undir skinninum á einum niðurfrystum dýri, sum ikki er óvanligt at síggja í permafrostinum. Áður eru mikroskopisk dýr funnin, sum hava ligið niðurfryst og hava yvirlivað í eini hundrað ár.

 

Matthew Cobb, sum er professari í lívfrøði við Universitetið í Manchester, sigur við The Guardian, at tað, sum ikki er minni áhugavert, er, at fleiri slík dýr kunnu koma undan kavi - og vakna - í permafrostinum so hvørt, sum frostið hvørvur sum avleiðing av veðurlagsbroytingum.

 

 

 

Mikroskopiska hjóldýrið hevur bæði megnað at yvirlivað og nørt seg í permafrostinum í Sibiria.