Hiddenfjord søkir eftir alarum til Vestmanna og Miðvág

 

Sum alari hjá okkum hevur tú eitt spennandi starv í einum umhvørvi merkt av framfýsni, har dentur verður lagdur á samstarv og álit.

 

 

 

Tú verður partur av einum arbeiðstoymi, sum hevur til høvðusuppgávu at røkja aliøkið, men eisini at luttaka í arbeiðsuppgávum á hinum aliøkjunum hjá Hiddenfjord. Sum alari vísir tú til aliformannin á staðnum.

 

 

 

Førleiki innan sjómansskap er ein fyrimunur, eins og tað er ein fyrimunur, um tú hevur trygdarskeið, trukkskeið og kranaskeið.

 

 

 

 

 

Arbeiðsøki og uppgávur

 

Í høvuðsheitum er talan um hesar uppgávur:                                                                                                         

 

  • at røkta fisk til frama fyri góða fiskavælferð
  • at gera fyrireikandi arbeiði á alibrúkinum við nótum, ringum og annað
  • at gera viðlíkahaldsuppgávur, bæði á alibrúkinum og á landstøðini

 

 

 

Vit vænta at tú hevur

 

  • áhuga fyri røkt, trivnaði og framleiðslu av laksi
  • góð evni til at skipa dagliga arbeiðið og at loysa praktiskar arbeiðsuppgávur

 

 

 

Arbeiðið er fyri tað mesta í vanligari arbeiðstíð, men til tíðir eru skeivar arbeiðstíðir

 

og langir arbeiðsdagar. Vit vænta tí, at tú ert fleksibul hesum viðvíkjandi.

 

 

 

 

 

Løn og setanarviðurskifti                                        

 

Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu.

 

 

 

 

 

Umsókn

 

Meiri fæst at vita um starvið í Vestmanna við at venda sær til Hans Herlon Hansen, aliformann, á telefon 213 238, og í Miðvági við at venda sær til Hera Christoffersen, aliformann, á telefon 210 499.

 

 

 

Umsóknarfreistin er 16. august 2021.

 

 

 

Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skulu sendast til starv(at)hiddenfjord.com