Higartil í ár eru skrásettir 41 elbilar í Føroyum.

Tað vísa hagtøl hjá Akstovuni fyri ársins fyrst mánað.

Nú fimm mánaðir eru farnir av árinum eru tilsamans 39.396akfør skrásett í Føroyum. Av teimum eru 249 eldrivin akfør, og av teimum 213 eldrivnir persónbilar.

Talið av el-akførum, tá prutl ikki eru íroknað, er 224:

213 persónbilar, 9 vøruvognar, 1 hýruvognur og ein bussur.

Lutvísi parturin av elbilum í Føroyum er nú komin upp á 0,6 prosent.