Hildu høvdið kalt

Spælarin, ið fekk avgerandi leiklutin, tá ein avgerð skuldi finnast í dystinum ímóti Grønlandi, mundi vera Helen á Lakjuni, ið var ein av teimum royndu, ið gekk undan, tá tað ráddi um at venda spælinum og fáa sigurin í posan.

– Eg helt ikki, at vit vóru illa fyri, tí sjálvt um vit vóru aftanfyri, so vistu vit, at vit kundu halda høvdu kalt og venda dystinum, segði hon eftir dystin, tá hon samstundis ásannaði, at tað kanska ikki var so galið við einari útpurring so tíðliga í kappingini.

– Vit fingu nógv betri mótstøðu frá Grønlandi, enn vit fingu í fyrsta dystinum ímóti Jersey, og so hvørt sum kappingin líður, kunnu vit bara rokna við uppaftur harðari mótstøðu. Men tað vóru okkara feilir, sum góvu teimum møguleika at koma inn í dystin, so tí mugu vit læra av.

Sólvá Dimon, sum síðstu mánaðirnar hevur spælt í bestu svensku deildini og helst fer at spæla í tí bestu deildini í Danmark, har hon hevur fingið fyrispurning frá Brøndby, helt, at mótstøðan frá Grønlandi var harðari, enn føroysku kvinnurnar høvdu væntað.

– Trupulleikin hjá okkum var, at konsentratiónin dalaði, men vit fingu reist okkum aftur, og tað gjørdi munin. Nú vita vit veruliga, hvat krevst av okkum, tí hetta verður bara harðari og harðari, segði Sólvá Dimon.