Hildu ikki tilmælið um korona í gjár

– Men tað gekk frægari at halda halgidagslógina

Aftur í gjárkvøldið mátti løgreglan ásanna, at tað vóru nøkur skeinkistøð, sum ikki virdu tilmælini um korona.

Myndugleikarnir hava mælt til, at matstovur, kaffistovur og barrir skulu ikki hava longri opið enn til klokkan 22 um kvøldið.

Men í gjárkvøldið vóru tað nøkur skeinkistøð, sum høvdu opið longri enn tað, sigur løgreglan.

Men av tí, at halgidagur er í dag, skuldi halgidagslógin eisini haldast og tískil skuldi alt vera stongt á midnátt – og tað var tað, sigur løgreglan, so halgidagslógin varð hildin.

Løgreglan sigur, at nógv fólk úti í gjárkvøldið og í nátt, men tey flestu av vóru í bili.