Tað hevur leingi verið eitt av mest almennu loyndarmálum í USA. Men í dag varð tað almannakunngjørt: Hillary Clinton stillar upp á næsta forsetavali í USA, sum verður í 2016.
Alheims fjølmiðlar upplýsa at kona fyrrverandi forsetan, Bill Clinton, hevur kunngjørt í dag, at hon við vera forsetavalevni í eini roynd hjá demoktratunum at endurvinna Hvítu Húsini.
Tað gjørdi hon við orðunum: Allir amerikanarar hava brúk fyri einum vinnara. Eg vil vera tann vinnarin.
Eygleiðarar vænta, at hesa ferðina fer tað at eydnast 67 ára gomlu Hillary Clinton at fáa demokratarnar at stilla hana upp. Hon royndi eisini upp undir valið í 2008, men tá kom Barack Obama, burtur úr ongum og tók øll á bóli við at gerast forsetavalevni. Men tá varð hon uttanríkisráðharri og sat tað fyrra forsetaskeiðið hjá Obama.
Hinvegin vænta eygleiðarar eisini, at verður hon valevni, verður tað ein harður dystur um at vinna valið, tí republikkanararnir hava rættiligan, politiskan undanvind í USA.
Men eygleiðarar halda, at hon hevur ein góðan møguleika. Og hendir tað, verður hon fyrsti kvinnuligi forseti í USA.