Hillary vann men Bernie vil ikki leggja kongin

Hillary Clinton hevur nú tryggjað sær ein meiriluta av bundnu valmonnunum, men kortini lovar Bernie Sanders at stríðast víðari

Við sigri í fýra av teimum seks statunum, sum fóru á val í nátt, Kalifornia, Ný Jersey, Ný Meksiko og Suður Dakota, hevur Hillary Clinton tryggjað sær meirilutan av teimum bundnu valmonnunum.

 

Tó at tað ikki er alment viðurkent enn, av tí at sonevndu superdelegatarnir ikki atkvøða fyrr enn á landsfundinum í juli, so er tað tó nú greitt, at tað verður hon, sum verður forsetavalevni hjá demokratiska flokkinum í amerikanska forsetavalinum, sum verður í novembur.

 

Bernie Sanders lovaði tó sínum veljarum, at hann ikki gav upp enn. Hann vann valini í Montana og í Norður Dakota, men megnaði ikki at koppa Hillary Clinton í Kalifornia, hóast hann hevur brúkt nógva orku har seinastu tíðina.

 

Nú tað er so gott sum greitt, at tað verður Hillary Clinton, ið skal stríðast móti Donald Trump um forsetaembætið, fer væntandi Barack Obama, sum vann móti Hillary Clinton í undanvalinum fyri átta árum síðani, væntandi at geva henni sín stuðul alment, eins og at hann allarhelst fer at spæla ein meiri virknan leiklut í valstríðnum.