Agga Niclasen
attitude@niclasen.fsnet.co.uk
??????????????????????????
Í vesturheiminum, har inntøka og keypsorka oftani avger tín samleika og har eitt viðskiftafólk kann avmarkast til paria-status í nútímaeygum við at vísa einum starvsfólki hjá Telebúðini sína tvey ára gomlu Nokia-fartelefon, er tað eitt øgiligt trýst at píska seg til deyðis bert fyri at halda leikin gangandi. Nærum hvønn dag eri eg vitni til slíkt trýst; ov nógv ting, vit hava "tørv á" til tess at lætta um, gera lív fullfíggjað ella, og mest tragiskt, verd at liva... men ikki nóg mikið av peningi at gjalda kostnaðin. Eg kenni til fólk, sum nýta hvørt høvi at arbeiða eykatímar. Ikki tí at tey hava tørv á peninginum, men tí at hava hann kann merkja eitt betri fartelefon-modell, fleiri og dýrari jólagávur, óneyðuga nógv sólkort ella eini sethús, tey allíkavæl ikki hava ráð til. Altso, meira tað kostar, meira "virði" hevur tú sum persónur.
Hetta er yvirhøvur ein viðurkenning av, at nógv fólk arbeiða alt ov nógv; ikki so nógv tí at tey eru undrunarverdar arbeiðsrøtur ella av teirra arbeiðsgevarum verða tvungin, men tí at tey eru stýrd av stundanini eftir eini yrkistvísporan. Men henda tvísporan, tráanin eftir at klára seg væl á arbeiðinum, er í alt ov stóran mun skapt av marknaðinum.
Henda ? tori eg at siga ? "amerikanska" ovurarbeiðs-mentanin bankar seg inn í høvdið á okkum og elur upp óhugnalig grev við tí mikið harmiliga úrsliti, at fólk ikki verða før fyri at taka sær av børnunum. Men við tí í hyggju at slætta vegin mótvegis pro-amerikanarum vildi tað sømt seg at seta "borgaraliga" í staðin fyri "amerikanska" ? eg dugi ikki heilt at síggja, at tað skuldi hjálpt, men nú er tað so gjørt. Hvussu er og ikki og hvussu nógv eg so royni, skilji eg ikki allar hasar moraliserandi borgaraligu einstaklingarnar. Eftir tørni sentimentalisera hesi fólkaflokslíknandi fólk familjulívið fyri síðani at vera ímóti hvørjum tí einasta uppskoti (sum til dømis eitt loft fyri arbeiðstímar um vikuna), ið av sonnum vildi gjørt tað møguligt hjá familjuni at verið meira saman. Men hesar borgaraligu, familjuvinarligu kreftir støðga ikki so; nei, tær velja enntá at brúka hvørja løtu at tala fyri politiskum tiltøkum sosum "lægri skattatrýst" sum, sambært teimum, skal fáa fólk at arbeiða uppaftur meira. Óføra familjuvinarligt, má eg siga.
Løgið er, meðan føroyskir og bretskir ráðharrar ávikavist úti í Tinganesi og Whitehall sita langt út á kvøldið og skriva endaleysar lovsangir til familjuna, verða børnini ansað av betaldum fremmandafólki... ella konuni ? Føroyar og Bretland eru jú saman um so tramansliga nógv íhaldssinnað hugburðs-øki. Onkursvegna hevur tað eydnast arbeiðsgevarum við politiseraðum pedagogikk-stuðuli at billa sær og øðrum hálvbakaðum borgarum inn, at "langar arbeiðstíðir" er samheiti fyri "fólk, ið vilja nakað"?altso, karrierufremjandi starvsfólk?og at hetta, at ovurarbeiða, ?is good for business"; og tessvegna eisini landsins vinningsbýti. Eftir øllum at døma eru hesir borgaraligu, inntøkuglaðu ? og rættliga so ? einstaklingar ikki greiðir yvir, ella hava bara lagt seg á ta búskaparligu sannroynd: at langar arbeiðstíðir ikki økja um produktivitetin.
Tak Bretland! Hetta er landið í vælferðar-Evropu, ið arbeiðir mest?meira enn íslendingar... teir hava so nógar kaffisteðgir. Men samtíðis er framleiðslu-megin, produktiviteturin, lægst í vælferðar-Evropu. Og sambært Institute of Fiscal Studies er hetta ikki tilvildarligt, "tí framleiðslumegin er størst, tá ið tú ert væl fyri og yvirhøvur glaður um lívið". Almenna frágreiðslan sipar sjálvandi til, at tú arbeiðir best, um eitt nú viðurskiftini heima við hús eru so væl fyri, sum nú einaferð til ber; at tú sum arbeiðari, men fyrst og fremst menniskja, livir í eini nøkulunda javnvág í mun til familju, arbeiði, vinfólk og hissini frítíðarvirksemi. Og tí er valla talan um rakettvísindi, tá ið tú hevdar, at eitt og hvørt óhugsað og fíggarliga óforsvarligt uppskot frá teim borgaraligu um skattalætta vil føra til júst tað øvuta: eina "ójavnvág", ið hvørki tænir familju ella landskassan, og so slettis ikki arbeiðsgevaran. Við eini loyniligari skattaábót er torført at siga nakað um Sambandsfloksins veruligu ætlanir, sjálvt nú aftaná loknar samráðingar og nýstovnaða, men lítið solidariska samgongu?um skattapolitisku ætlanirnar í sonevnda "undirskjalinum" eru at taka eftir. Hinvegin er Fólkaflokkurin væl meira munnhavin. Hesin ábyrgdari fyri "lat tey ríku gerast ríkari og tey fátæku, ja, vera á sama stað... men helst fátækari so at eggja teimum til at arbeiða meira" er so sera errin av sínum "lága skattatrýsti... so at tað loysir seg betur at arbeiða"-sannføring. Tað er bara tað, fólkafloksfólk?og hetta nevni eg uttan nevnisvert schadenfreude ? at har finnast eingi búskaparlig prógv fyri uppáhaldinum um at ein skattalætti økir um virksemið í einum landi. Tað er ikki so nógv tað, at tey borgaraligu halda, at beinleiðis úrslitið av einum skattalætta er økt virksemi, ella at ein skattalætti vil føra við sær eina herðing av arbeiðshugin-um, men heldur fulltíðarynskið hjá einum konservativum flokki at fáa fólk at arbeiða meira, ella harðari (t.v.s., annaðhvørt arbeiða fleiri tímar um vikuna ella "harðari" innan sama tíma-tal).
Tann konservativi flokkurin, eins og Fólkaflokk-urin, sigst at vera ein siðvenjubundin eind og dámar tístaðni øgiliga væl konvensjóninr sum "familja"; og hevur í hesum sambandi eisini tikið patent upp á at vera júst hetta, ein "familjuflokkur". Higartil er alt, sum so, í lagi. Men so koma vit til tann staðin, har eg óviljugt ikki klári at fylgja teimum longur fram á leið, tankaleið. Men áðrenn ? og eg fái fatur á endanum aftur, tí hetta hevur nakað við "langt úti" at gera. Eg havi nevniliga hoyrt um eitt ávíst slag av unglingum, sum so ræðuliga gjarna vilja rópast "trúgvandi". Tað er so í lagi, eg eri til dømis ikki lámur, og eri eg fullvísur í, at fólk eisini skíta á tað. Men tað er opinberliga vorðið ? og eg veit væl at "trúgvandi" ikki dáma hetta orðið, men eg brúki tað kortini ? "nýmótans" at siga: "Tað er sakin at prísa!" Hvat? Eg rokni við, at tey meina "prísa Gud" og ikki ketsjup-dunkar í Miklagarði, men er hetta ikki bara enn eitt fyrstafloks-dømi um ein stað, har tú sum rætthugsandi bara ikki klárar at fylgja órætthugsandi longur fram á leið? Hetta er, eins og "familjuflokkurin", langt úti? Og vit eiga at minnast til, at hesi "langt úti"-unglingar, orsaka, "trúgvandi" eru produkt av "familjufloks"-stuðlandi konservatistum, hvørs aðalendamál her í lívinum eftir øllum at døma er at vena seg um hvussu nógv tey rinda í inntøkuskatti (aftaná sjálvi at hava fingið upp í posa og sekk av landsstudningi... sum altso er skattaborgarans peningur, tykkara lortungar). Og støðan er tann sama í Englandi. Teirra útgáva av "familjumoraliserandi" konservatistum verða í øðini, tá ið tey uppliva innbrot: "Hvar eru foreldrini at hesum forbankaðu innbrotstjóvum... hvar er løgreglan?" Lat meg svara. Hvat fyrsta spurninginum viðvíkur: "tey [foreldrini] arbeiða. Eru tit við mær? Tey arbeiða so at fáa endarnar at hanga saman; og fáa sostatt ikki alt upp hesi børn, ið frammanundan eru illa fyri. Tað, at tímalønin er so lág ger, at tey muga ?kompensera? við at arbeiða meira?meiri enn nakað menniskja átti at gjørt. Og lat meg líka leggja afturat, hesi vilja ikki hava skattalætta, men lønarhækkan". Og hvat seinna spurninginum viðvíkur: "ádú, ádu, tit skattalætta-stuðlar! Kann tað vera, at løgrelgan ikki var júst har, tit ynsktu hana vera, tí at tit, tá ið samanum kemur, sýta fyri at rinda tann peningin, ið skal til?"
Óansæð, vit muga síggja til, at marknaðurin arbeiðir fyri fólkið, og ikki hin vegin. Hóast arbeiðsmarknaðurin í Fraklandi, takkað veri eini í so sterkari og einoygdari fakfelagsrørslu, er ov stirvin, kann landið veita okkum eitt rættiliga gott dømi um hvussu hetta kann fyriskipast. Í 1998 varð lógaruppskotið um eina 35-tíma arbeiðsviku viðtikið. Lóggávan fevnir um umleið helmingin av samlaðu arbeiðsmegini (hin parturin vóru undantikin arbeiði sosum læknar ella um tú arbeiðir fyri eina fyritøku við minni enn tjúgu starvsfólkum). Umskapanin var út úr hesi verð... til tað betra: fimleikahallir, vælgerðarstovnar, svimjihallir og alskyns samfelagsbólkar upplivdu limatalið fara uppfrá. Vikuskiftisferðir gjørdust alt í einum ein avgerandi marknaður. Foreldur fóru undir at taka frí mikudagar fyri at vera saman við børnunum (franskir skúlar eru stongdir mikudag seinnapart). Lóggávan er smíðað soleiðis, at nógvir arbeiðarar velja at halda frí 1-2 tímar áðrenn hvønn dag. Fýrs prosent av teimum, ið hava hesi framíhjárættindi siga, at umskapanin hevur verið "jalig" ella "sera jalig" fyri tey, eisini tá ið tað kemur til arbeiðsviðurskifti.
Eins og tey borgaraligu í Englandi leikaðu í, tá ið minstalønin skuldi koma fyri tingið, líka leikaðu tey borgaraligu í Fraklandi í, tá ið 35-tíma arbeiðsvikan kom fyri tingið. Tey borgaraligu í Englandi ávaraðu um, at arbeiðsgevarar fóru at kenna seg noyddan at reka fólk úr starvi og at bretski búskapurin fór at verða sligin sundur í sor. Soleiðis bleiv ikki; 1 millión arbeiði blivu skapt. Takk fyri, Blair & Brown. Tey borgaraligu í Fraklandi ávaraðu um, at franski búskapurin ? hvørs heilsustøða frammanundan ikki var ov góð ? fór at verða sorlaður. Soleiðis bleiv ikki; út við 300.000 arbeiði blivu skapt og arbeiðisloysi fall frá 12,6 prosent til 9,6 prosent innan 3 ár. Produktivitetstalið er hækkað fýrisligani. Arbeiðarir, ið ikki eru ólukkuligir og daprir í huga, ?surprise, surprise?, arbeiða betur, ja, sjálvt "harðari". Sum ikki einaferð sóu vit neo-liberalar ortodoksar molna sundur yvir av liberalum progressivistum. Síðani, tó, hevur franska stjórnin presenterað 35-tíma lóggávuna við meira smidleika, ásannandi, at franski arbeiðsmarknaðurin er alt ov fastlæstur; meðani tann bretski, hinvegin, yvirhøvur er ótrúliga flytførur, men kanska í so smidligur?tað er, at tú eftir vild kanst seta í starv og frá.
Í lógini um arbeiðsumhvørvi hevur tú sonevndu "Hvíldartíðina", sum boðar frá, at tú í mesta lagi kann arbeiða 13 tímar um samdøgrið (undir einum arbeiðsgevara). Tað vil siga, at "familjuligu" flokkarnir í núverandi samgongu ? um eingin broyting kemur í ? krevja, uha-da-da-da, uha-da-da-da-da, at tú skalt "hvíla" í 11 tímar, nú tá ið samdøgrið, eisini undir hesi samgonguni, enn er 24 tímar... og neyvan kann koma út fyri nakrari hækking... ella lækking. Hetta forðar sjálvandi ikki nøkrum, um eg havi skilt hetta rætt, í at fáa sær eitt "eykaarbeiði" undir einum øðrum arbeiðsgevara, arbeiðsgevari nr. 2 ? og 13-tímar reglan gongur í gildi av nýggjum. So, kjakið um arbeiðstíðir er so at siga vorðið nakað hjá marknaðinum at finna útav. Men at lata arbeiðsmarknaðin aleinaðan syrgja fyri rímiligum arbeiðstíðum vil undir øllum umstøðum føra til, at tey í minni góðum ella sterkum fakfeløgum vera fyri vanbýti.
Men tá ið tú so tosar um at fáa hesa lívsnørandi umskapanina til Føroya, upplivir tú einamest illviljaheilsur: "Hví skal landsstýrið noyða fólk at fara heim aftaná 35 tímar? Hví skal tað ikki vera upp til mín at arbeiða so leingi, eg havi hug til?" Men eingin verður noyddur av nøkrum nýútlærdum, skrivstovukendum kandidatum at fara heim; tað er bara tað, at tú fært ikki pengar fyri yvirtíð. Hetta er tí at títt frælsi at arbeiða yvir fyri yvirtíðarløn má vigast uppímóti frælsinum hjá øllum øðrum mótvegis teirra arbeiðsgevarum, sum meira enn so kunna finna uppá at noyða hesi at arbeiða órímiliga leingi. Fyri nøkur vil ein slík skipan ikki vera serliga kærkomin, men tann samandungaði góðgripurin vil vera teimum flestu at bata, eisini teimum í Telebúðini.