Hin nýggjasta er hin ljótasta

Í Noregi er hin nýggjasta kirkjan í landinum kosin at vera hin ljótasta.

 

 

Allar kirkjur í Noregi, sum høvi var at atkvøða um sum landsins ljótastu kirkju, eru bygdar eftir 1960, og Østre Porsgrunn kirkja, sum læt upp í fjør, er kosin at vera landsins ljótasta. Tað var blaðið Dagen, sum skipaði fyri atkvøðugreiðsluni millum sínar lesarar.

- Tað er heilt greitt, at mong eru ósamd við tí slagi av arkitekturi, sum arkitektarnir velja. Tað vísir eisini henda kanning, sigur juristurin og blaðstjórin á Dagen, Audun Engh.

Audun Engh var ein av teimum, sum helt, at gamla Porsgrunn kirkjan, sum sæst til vinstru á myndini oman fyri, skuldi endurskapast sum mentanarminni, eftir at kirkjan brann.

Hann heldur eisini, at limirnir í meinigheitini í størri mun eiga at hava eitt orð at skula siga um, hvat slag av arkitekturi skal veljast til nýggjar kirkjur. Juristurin og blaðstjórin dylur ikki, at hann er kritiskur, tá ræður um nútímans arkitektur. 

Tá lesararnir hjá blaðnum Dagen, har Audun Engh er blaðstjóri, skuldu velja ljótastu kirkju í Noregi, vóru allar kirkjurnar, sum høvi var at atkvøða um, bygdar seinastu seksti árini, harav seks av kirkjunum stóðu lidar árini millum 1990 og 2019.

- Allar kirkjur vera virðismettar av fólkinum, men nógvar av teimum nýggjaru og nútímans kirkjunum halda fólk hava lítið við kirkjur at gera, sigur Audun Engh á heimasíðuni hjá norska kringvarpinum, NRK.

Oddbjørn Sørmoen, sum er ein av fremstu serfrøðingum í Noregi innan kirkjubygging, sigur, at fleiri av kirkjunum, sum atkvøðast kundi um, sum tær ljótastu í Noregi, hava fingið ymiskar virðislønir og altjóða uppmerksemi.

- Tað er einki galið við einari kirkju frá 1800-talinum, men tað er júst tað, at kirkjan er gomul. Ein gomul kirkja er bygd til tann tørv, sum tá var - og ikki til tann tørv, sum er í dag. Tað letur seg ikki gera at byggja eina gamla kirkju, sigur Oddbjørn Sørmoen við NRK.