Hitti floksfelagar eftir hálva øld

Í 1966 kom ung norsk genta heim til Føroya at ganga á læraraskúla, men hon noyddist at gevast longu til jólar, tí hon kundi ikki fáa studning.

Í 1966 kom ein ung norsk genta heim til Føroya at ganga á læraraskúla, men hon noyddist at gevast longu til jólar, tí hon kundi ikki fáa studning. Gentan, Edel Risberg, sum í dag er sjeyti ára gomul, hevur júst verið heima í Føroyum saman við norska manni sínum og hildið sín sjeyti ára føðingardag, sum var 15. mai.

 

Seinast, hon og maðurin vitjaðu í Føroyum, var í 1977. Tá vóru tey gestir hjá Amaliu Poulsen og manninum, Dánjali Jóhan Poulsen, sum í fleiri ár var stjóri á Føroya Sjómansskúla. Eisini á hesi ferðini í Føroyum - nú 40 ár seinni - vóru tey gestir hjá Amaliu og Dánjali Jóhan, tó at tey hesaferð valdu at búgva á Hotel Føroyum.

 

Edel og Amalia gingu báðar á Føroya Læraraskúla. Amalia byrjaði á skúlanum í 1964 og Edel í 1966. Norska gentan hevði lisið um Føroyar, og hon gjørdist forvitin eftir at uppliva Føroyar, men hon kendi ongan her heima, tá hon gjørdi av at koma higar at ganga á læraraskúla.

 

Táverandi rektarin, Martin Holm, spurdi Amaliu Poulsen, sum tá hevði gingið á læraraskúla í tvey ár, um hon kundi taka sær av norsku gentuni. Amalia kendi tá ikki gentuna, men hon kendi umhvørvið í Hornabø, har hon vaks upp. Tað endaði við, at Edel fekk eitt leigumál hjá Edvin Thomsen í Hornabø.

 

- Føroyar vóru tað, eg hevði lisið og droymt um. Eg stórtreivst í Føroyum, og mær dámdi væl í skúlanum. Vit gjørdu ymiskar útferðir um heystið, og mær dámdi væl tey fólk, eg var saman við í Havn. Sjálvandi var føroyska málið og føroysku tekstirnir í skúlanum ein avbjóðing, men tað var í fyrsta lagi tann fíggjarligi parturin sum gjørdi, at eg kendi meg noydda at gevast til jólar og fara yvir aftur til Noregs.

 

Mánadagin, 15. mai, tá Edel Risberg fylti sjeyti ár, skipaði Amalia Poulsen soleiðis fyri, at ein fittur partur av skúlaflokkinum hjá Edel frá 1966 og nøkur úr flokkinum hjá Amaliu sjálvari frá 1964 savnaðust inni í stovuni á Norðurrás 12 í Havn. Edel og maðurin vóru bæði á Hotel Føroyum henda morgunin, og tey vistu ikki av nøkrum.

 

Amalia Poulsen sigur, at tá allir fyrrverandi skúlanæmingarnir vóru komnir heim í hennara stovu at sita um middagsleitið henda mánadag, komu Edel og maðurin oman av Hotel Føroyum. Tá tey so komu innar í stovuna í Norðurrás 12 um 12.30-tíðina, stóðu fyrrverandi næmingarnir og sungu fyri teimum.

 

- Vit vóru eini 12-14 fólk inni í stovuni hesa løtu, flestu úr flokkinum hjá Edel, og tá norsku hjúnini trinu innar, sungu vit “Einki er sum summarkvøld við strendur” hjá Christiani Matras, sigur Amalia Poulsen.

 

Edel Risberg sigur, at hetta var ein stór, hugvekjandi og rørandi løta, men tað var bert tey fæstu, hon við fyrsta eygnabráð bar kenslu á frá skúlatíðini fyri hálvari øld síðan. Men, sum løtan leið, bar hon kenslu á fleiri, og hetta var fyri hana ein gevandi løta í heiminum hjá Amaliu og Dánjali Jóhan Poulsen.