Hizbollah fremur rakettálop á Ísrael í morgun

Viðurskiftini millum Ísrael og Hizbollah hava verið serliga spent seinastu tíðina.

 

Hernaðarligi felagsskapurin Hizbollah í Libanon sigur seg hava sett í verk eitt munandi rakettálop á Ísrael.

 

Tað sigur tíðindastovan AFP, sum endurgevur felagsskapin í morgun.

 

Viðurskiftini millum Ísrael og Hizbollah hava verið serliga spent seinastu tíðina.

 

Hizbollah sigur, at álopið í morgun er eitt "svar" upp á eitt ísraelskt átak í syðra parti av Libanon í gjár.

 

- Álopini eru vend móti ísraelskum støðum, verður lagt aftrat.

 

Ísraelski herurin (IDF) skrivar á Telegram, at umleið 55 rakettir eru skotnar úr libanesiskum øki.

 

Einki verður sagt um, at fólk hava fingið løstir í álopunum, men sløkkiliðs-og bjargingarfólk eru í holt við at sløkkja eldar.

 

Ein røð av álopum hava verið á markinum millum Ísrael og Libanon, har partarnir hava sent rakettir eftir málum hjá hvørjum øðrum.