Toftir
Á Toftum er einasti Samkeyp-handil í økinum. Tað er matvøruhandilin Hjá Pidda, sum Kristian Suni Haraldsen, vanliga róptur Bassi, eigur og rekur.
Hjá Pidda hevur opið hvønn dag í viku frá klokkan 9-22, leygardagur íroknaður.
Vanliga eru einar fýra kvinnur knýttar at handlinum í senn, men arbeitt verður ymiskar og forskotnar tíðir gjøgnum tann langa dagin.
Samlaða talið av fólki, sum arbeiða í handlinum gjøgnum eina viku, er tó væl størri, tí leygardagar er vanligt, at ungar gentur eisini traðka til.
Hjá Pidda er nútímans matvøruhandil, sum hvørja viku hevur góð Samkeyp-tilboð.
- Fólk í økinum eru ófør at keypa hjá okkum, men vit síggja eisini væl av fólki, sum leita úr øðrum økjum og higar at keypa, siga tey Hjá Pidda.
Kristian Suni Haraldsen hevur eisini vistir, sum tað verður rópt. Hetta er proviantering til skip, og provianteringsgoymsla er á Kambsdali.
Nógv skip og bátar vitja á Toftum millum ár og dag, nú Fiskamarknaður Føroyar hevur sína høvuðsstøð her.
Tí er provianteringsbilurin hjá Bassa ikki nakar fremmandur “gestur” í Nes kommunu.