Hjá Krosstein eru tey klár til slaktið

- Vit hava havt vakumpakkimaskinur við tilhoyri í fleiri ár, og hesar eru serliga eftirspurdar um hesa tíðina, nú slaktið er fyri. Maskinurnar kunnu brúkast til nógva ymiska matvøru, sum skal frystast, bæði til kjøt, fugl og fisk.

 

Í dagførdu, ljósu, stóru og hugnaligu handilshølunum hjá Krosstein á Falkavegi 6 á Hálsi eru tey klár til slaktið. 

Onkur hagi hevur verið á fjalli, men vanligt er, at flestu hagafylgi verða rikin í heystfrítíðini, sum nú stundar til. 

Kjøt og alt tað, sum annars fæst burtur úr slaktinum, skal handfarast væl, og vanligt er, at nógvur matur verður vakumpakkaður og frystur.

Hjá Krosstein hava tey ymiskar støddir av vælumtóktu vakumpakkimaskinunum av góða merkinum ORVED. 

Tú fært maskinur bæði úr plastikki og rustfríum, og tú fært vakumposar og vakumrullur í ymiskum støddum og ymiskari styrki. 

Krosstein hevur eisini lakaíløt og knívar.

 

Vøran heldur sær betur

Angela Joensen, handilsleiðari hjá Krosstein, vísir á, at handilin hevur havt vakumpakkimaskinur við tilhoyri í fleiri ár, og hesar eru serliga eftirspurdar um hesa tíðina, nú slaktið er fyri. 

- Motorurin í øllum ORVED-pakkimaskinunum er hin sami, men onkur av maskinunum er meira sjálvvirkandi enn onnur. 

Hon sigur, at vakumpakkimaskinurnar kunnu brúkast til nógva ymiska matvøru, sum skal frystast, bæði til kjøt, fugl og fisk, og tað er væl kent, at vøran eisini heldur sær betur, tá luftin er soðin úr posanum, áðrenn vøran verður fryst.

- Tað er stórur eftirspurningur eftir vakumpakkimaskinunum hjá okkum, og vit eru altíð til reiðar at vegleiða og ráðgeva viðskiftafólki, um okkurt er at spyrja um, sigur Angela Joensen.

 

##med2##

 

Alt til hita, luft og vatn 

Krosstein er fyritøkan, sum er kend fyri at hava alt tað, sum krevst til eina hitaskipan og soleiðis eisini ketlar og hitapumpur. Fyritøkan hevur eitt nú rør, fittings, gólvhitaskipanir, sirkulatiónspumpur, radiatorar og termostatar.

- Vit hava eisini eitt breitt úrval av alskyns ventilatiónsskipanum og alt tilfar, sum her verður brúkt.

Angela Joensen vísir á, at Krosstein eisini hevur alt til vatnleiðingar og kloakkir, bæði brunnar, rør og ymiskt annað í hesum sambandi.

- Vit hava eitt breitt úrval av baðirúmsmøblum, wc’um og brúsuveggjum, eins og vit hava handklæðsturkarar, gos-og baðikør, baðirúms-og køkskranar.

 

Veiði-og fiskireiðskapur

Í nýggju og hugnaligu handilshølunum, sum eru deild upp og løtt at finna runt í, hevur Krosstein eisini eitt breitt úrval av útgerð til veiði og fiskiskap. 

- Vit hava byrsur, patrónir og tilhoyrandi útgerð, og vit hava sleingitráður, neilon og pilkar, sigur Angela Joensen, handilsleiðari hjá Krosstein.

 

##med3##