Hjálparfólk gera tveir triðingar av námsfrøðiliga arbeiðnum

Hjálparfólkafelagið arbeiðir fyri, at hjálparfólk verða vird fyri tað arbeiði, vit gera – sum er tveir triðingar av øllum tí námsfrøðiliga arbeiðnum!

 

Herfyri avdúkaði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, at tey tóku undir við semingsuppskotinum við Pedagogfelagið. KAF og fíggjarmálaráðið bjóðaðu lønarhækkan á støði við tað, ið onnur feløg hava fingið.

 

Talan var um lønarhækkan, sum hevði komið øllum limum til góðar. Fyri Hjálparfólkafelagið, sum umboðar hjálparfólk, var tað gleðiligt at síggja, at KAF serliga vildi leggja dent á at skapa tryggari setanarviðurskifti fyri hjálparfólk á dagstovnaøkinum, til tess at økja um trivnaðin og stabilitetin á økinum.

 

Hetta er í tráð við tað, sum Hjálparfólkafelagið hevur ført fram, og gleðir tað okkum at KAF er av somu áskoðan og setur hesi krøv. Hjálparfólkafelagið tulkar greinina um tryggari setanarviðurskifti, at tað skal verða lættari at seta hjálparfólk í starv, soleiðis at mannaði størv ikki alla tíðina skulu lýsast leys at søkja.

 

Um Hjálparfólkafelagið var partur av samráðingunum, so høvdu vit tikið undir við uppskotinum um tryggari setanarviðurskifti til hjálparfólk.

 

Á fundi í Østrøm í Havn eftir sáttmálasamráðingar fyri trimum árum síðan, greiddi formaðurin í Pedagogfelagnum frá, at mann til einar samráðingar ikki kundi fáa alt, men at Pedagogfelagið fór eftir einari munandi lønarhækkan til pedagogarnar tá, og til næstu sáttmálasamráðingar blivu tað møguliga hjálparfólkini, sum skuldu raðfestast.

 

Nú samrádingarnar eru byrjaðar, er einki sum týðir uppá, at raðfestingin av hjálparfólkunum er serliga høg.

 

Pedagogfelagið vrakaði uppskotið tí tey meina ikki, at tað loysir stóra trupuleikan á starvsfólkatrotinum á námsfrøðiliga økinum. Við øðrum orðum, at tað pr. automatikk ikki førir til fleiri pedagogar og betri umstøður til pedagogarnar.

 

Meinar Pedagogfelagið, at støðug hjálparfólk ikki hækka dygdina á námsfrøðiliga arbeiðnum? Semingsuppskotið leggur júst upp til eitt hægri støði á námsfrøðiliga arbeiðnum. Við tryggari setanarviðurskiftum av hjálparfólki verður arbeiðið støðugari, og tað námsfrøðiliga støðið hækkar.

 

Um tænastan á dagstovnaøkinum skal betrast, verða vit noydd at fyrihalda okkum til støðuna, sum hon er. Í løtuni er støðan tann, at tveir triðingar eru hjálparfólk, og tað er einki, sum týður uppá, at býtið av pedagogum og hjálparfólki verður stórvegis broytt komandi árini.

 

So hví ikki góðtaka eina loysn, sum kemur einum stórum parti av limunum til góðar, samstundis, sum tað námsfrøðiliga støði hækkar?

 

Sjálvandi er tað torført hjá Pedagogfelagnum, sum arbeiðir fyri, at øll størv skulu setast av námsfrøðingum, at góðtaka, at hjálparfólk lættari skulu kunna setast í starv, tí tað er beinleiðis í stríð við tað, sum felagið stendur fyri.

 

Vit í Hjálparfólkafelagnum vilja arbeiða fyri, at hjálparfólk verða vird fyri tað arbeiði, vit gera – sum er tveir triðingar av øllum tí námsfrøðiliga arbeiðnum - vit vilja arbeiða fyri, at vit ikki skulu noyðast at søkja okkara egna starv aftur og aftur... ofta fleiri ferðir!

 

Vit vilja arbeiða fyri, at vit fáa løn fyri tað arbeiði, vit gera. Er tað "námsfrøðiligt" arbeiði, ja, so eiga vit at fáa løn fyri tað.

 

Sámal Hansen,

 

formaður í Hjálparfólkafelagnum