Hjalti: Tað størsta eg havi upplivað sum venjari (FM1)

(FM1) Hoyr U18-landsliðsvenjaran, Hjalta Mohr Jacobsen seta orð á glæsuliga 29-26 (12-14) EM-endaspælssigurin á Fraklandi

Mynd: HSF

Mynd: HSF

##med2## 

 

- Hetta er tað størsta eg havi upplivað sum venjari. Hetta sigur Hjalti Mohr Jacobsen, U18-landsliðsvenjari um glæsuliga 29-26 (12-14) sigurin hjá føroyska U18-manslandsliðnum á hondbóltsrisanum, Fraklandi í EM-endaspælinum, ið er í Montenegro í hesum døgum. 

 

Venjararnir hjá Føroyum máttu taka eitt leikbrá tíðliga í dystinum, tí tað gjørdist ov nervakent hjá føroyska liðnum. Eftir tað komu okkara menn væl inn í dystinum, greiðir Hjalti frá.

 

Og í seinna hálvleiki kundi Hjalta staðfesta eitt framúr gott avrik, har málverjin, Aleksandar Lacok eisini traðkaði í karakter við fleiri góðum bjargingum. Hjalti sigur, at hóast talan var um eitt framúr gott liðavrik, so kemur ein ikki uttanum at nevnan Óla Mittún, ið skoraði heili 13 mál.

 

- Hesin ótrúligi sigurin hevur gjørt, at alt tað vit hava stríðst fyri seinastu árini hevur verið stríðið vert. Hesi vóru boðini Hjalti hevði til sínar leikarar aftaná glæsuliga sigurin á Fraklandi. 

 

Úrslitið merkir, at Føroyar fáa tvey stig við sær í niðara millumspælið. Eins og til U20-EM, so sleppa 11 tey fremstu londini til HM komandi ár, og 13 tey fremstu sleppa til EM-endaspælið fyri U18-landslið um tvey ár. So tað verður óannsæð nógv at spæla fyri hjá okkara monnum í niðara millumspælinum.

 

Frakland-Føroyar 26-29 (14-12) 

 

Føroyar: Óli Mittún 13, Ísak Vedelsbøl 4, Rókur Ziskason 4, John Skaalum Vilhelm 2, Niklas Gaard 2, Trúgvi Hávardsson 2, Búi Poulsen 2. 

 

 

 

Mynd: HSF

Mynd: HSF

Samrøða: Hjalti Mohr Jacobsen um 29-26 (12-14) EM-endaspælssigurin á Fraklandi

Samrøða: Hjalti Mohr Jacobsen um 29-26 (12-14) EM-endaspælssigurin á Fraklandi