Hjartasjúkur alilaksur kostar vinnuni dýrt

 Heidi Mortensen granskar æðrakálking hjá aldum laksi: Alsamt meiri alilaksur doyr stutt eftir, at hann er avlúsaður. Tað førir við sær stórt fíggjarligt tap fyri vinnuna. Heidi Mortensen, lívfrøðingur, fer nú undir eina ph.d. verkætlan, sum skal avdúka, um æðrakálking í krúnulívæðrini er ein av høvuðsorsøkunum til, at laksurin er vorðin so viðkvæmur.  

Heidi Mortensen fer at brúka næstu fýra árini til at kanna krúnulívæðrar hjá alilaksi. (mynd: Ólavur Frederiksen)

790 milliónir krónur. So nógv kostaði tað føroysku alivinnuni í 2021, at alilaksur doyði í ringunum, áðrenn hann var klárur at slakta.

 

Fyri nøkrum árum síðani var tað serliga beint eftir, at fiskurin skifti frá feskvatni til sjógv, at nógvur laksur doyði. Men nú er tað eisini vanligt, at nógvur laksur doyr, tá hann hevur vaksið seg stóran í ringunum. Tað hendir serliga í sambandi við avlúsing.

 

- Vit síggja týðuliga, at nógvur fiskur doyr í vikunum eftir eina avlúsing. Tað er greitt, at okkurt er, ið hann ikki tolir, og vit hava ein illgruna um, at tað kann vera hjartað á fiskinum, ið ikki tolir ta strongd, ið ein avlúsing hevur við sær, sigur Heidi Mortensen, sum starvast sum lívfrøðingur á Fiskaaling.

 

Í 2021 doyðu heili 13,3% av laksunum í aliringunum, áðrenn teir vóru klárir at taka. Tað svarar til 3,3 milliónir fiskar. Eitt ávíst felli er altíð vegna sjúku ella illveður, men hildið verður, at umleið helvtin av fellinum er tengt at avlúsing.

 

- Tað stóra fellið av vaksnum alilaksi hevur stóran fíggjarligan miss við sær fyri vinnuna, sum brúkar nógva orku og pengar til at fóðra og røkta laksin, sigur Heidi Mortensen.

 

##med2##

 

Avskeplaði hjørtur

 

Kanningar í Noregi hava víst, at nógvur alifiskur hevur avskeplaði hjørtur og/ella avkálkaðar krúnulívæðrar.

 

Heidi Mortensen hevur nú fingið stuðul frá Granskingarráðnum til eina ph.d. verkætlan, ið skal kanna, um æðrakálking í krúnulívæðrini er ein av høvuðsorsøkunum til tað stóra fellið í sambandi við strongjandi handfaring so sum avlúsing.

 

Ph.d. verkætlanin verður skipað í samstarvi við eina norðurlendska granskingarverkætlan, ið nevnist DigiHeart, sum Fiskaaling er við í. DigiHeart verkætlanin snýr seg um avskeplan av hjørtunum hjá alifiski.

 

- Tað vísir seg, at alifiskur ofta hevur avskeplaði hjørtur. Orsøkin til tað kann vera, at hann veksur ov skjótt. Alivinnan hevur lagt seg eftir at fáa fiskin at vaksa skjótt fyri at minka um framleiðslukostnaðin, men hon hevur kanska ikki hugsað so nógv um, at ávísar fylgisjúkur kunnu fylgja við, tá fiskurin veksur so skjótt. Sum til dømis at hjartað ikki fær fylgt við, sigur Heidi Mortensen.

 

Fyribils úrslit frá DigiHeart verkætlanini vísa, at fiskur, sum hevur avskeplað hjarta, tolir verri avlúsing og aðra strongjandi handfaring.

 

Gransking ið ger mun

 

Heidi Mortensen hevur leingi havt ætlanir um at fara undir eina ph.d.-verkætlan.

 

- Eg arbeiddi sum umhvørvisráðgevi á Umhvørvisstovuni í fleiri ár, eftir at eg hevði tikið útbúgving sum lívfrøðingur. Men eg saknaði øðiliga nógv at granska, so tá eg fekk møguleikan at koma á Fiskaaling, tók eg av beinanvegin, sigur hon.

 

Heidi Mortensen hevur nú arbeitt í fýra ár á Fiskaaling og hevur millum annað verið við í DigiHeart verkætlanini, sum kannar hjørtu hjá alifiski. 

 

##med3##

 

- At granska er eitt sindur sum detektivarbeiði, har tú fert inn og roynir at finna samanhangir. Aling hevur øðiliga stóran týdning fyri Føroyar, so eg føli, at mín gransking ger mun, og tað hevur nógv at siga fyri meg, sigur hon.

 

DigiHeart verkætlanin hevur givið Heidi Mortensen íblástur til, hvat hennara ph.d. verkætlan skal snúgva seg um.

 

- Granskarar í DigiHeart arbeiðsbólkinum hava arbeitt nógv við æðrakálking hjá alifiski, men eingin hevur veruliga kannað, um samband er millum æðrakálking og høga fellið við strongjandi handfaring. Eg spurdi, um áhugi var fyri, at eg kundi kopla eina ph.d. verkætlan til DigiHeart verkætlanina, har eg kundi kanna tey somu hjørtuni fyri æðrakálking. Tað vóru tey við uppá, og eg fekk heilar fimm granskarar úr DigiHeart bólkinum sum vegleiðarar hjá mær, sigur Heidi Mortensen.

 

Túsund hjørtur

 

Fiskaaling hevur savnað meira enn túsund laksahjørtu frá teimum trimum alifeløgunum í Føroyum til DigiHeart verkætlanina. Tey liggja nú í plastkassum á rannsóknarstovuni hjá iNOVA í Havn, har Heidi Mortensen hevur sína dagligu gongd.

 

Hon fer nú at kanna, um krúnulívæðrarnar á hjørtunum eru kálkaðar, og samanbera hetta við upplýsingar um, hvussu fiskurin hevur verið handfarin.

 

- Krúnulívæðrin liggur sum ein krúna rundan um hjartað og gevur hjartavøddanum súr- og føðsluevni. Um krúnulívæðrin er tipt, fær hjartavøddin ikki nóg mikið av súrevni og føðslu, og so gerst hann meiri viðbrekin og minni førur fyri at standa ímóti strongjandi umstøðum. Um hann til dømis skal svimja skjótt ella verður handfarin heldur harðliga, er vandi fyri, at hann fær hjartasteðg, greiðir Heidi Mortensen frá.

 

Umframt at kanna, hvussu nógv hjørtu hava æðrakálking, fer hon eisini at samanbera hjartatrupulleikarnar hjá laksi í alibrúkum, har fiskurin ongantíð verður avlúsaður, við alibrúk, har fiskurin ofta verður avlúsaður.

 

- Vit vilja vita, um fiskur, ið verður avlúsaður ofta, fær størri trupulleikar við æðrakálking, tí illgruni er um, at teir hópa seg upp eftir hvørja avlúsing, sigur hon.

 

Hørð avlúsing

 

Fyribils kanningar úr Noregi benda á, at krúnulívæðrakálking kann vera ein høvuðsorsøk til, at alifiskur ikki tolir strongjandi handfaring, serliga í sambandi við avlúsing.

 

- Aldur laksur hevur fleiri hjartatrupulleikar, sum gera hann viðbreknan, men tipt krúnulívæðr er helst ein av høvuðsorsøkunum til, at so nógvur laksur doyr undir og beint eftir avlúsing, sigur Heidi Mortensen.

 

Krúnulívæðrin hjá laksi er viðkvom, tí hon verður náttúrliga tipt við tíðini.

 

- Krúnulívæðrin tippist ikki eins og hjá okkum menniskjum við eitt nú upphópan av feitti, men við arrvevnaði.  Krúnulívæðrin hjá laksi er staðsett soleiðis, at hon verður strekt og togað hvørja ferð, hjartað slær, og tað gevur við tíðini arrvevnað. Tá laksurin verður strongdur, økist pulsurin, og krúnulívæðrin verður strekt upp aftur meira, og arrvevnaðurin tí meira ógvisligur, greiðir hon frá.

 

Summi alibrúk liggja so væl fyri, at lúsin ikki er ein hóttan móti fiskinum. Men nógva staðni er lús ein stórur trupulleiki, sum alibrúkini noyðast at gera nakað við.

 

- Tað eru ymiskar mátar at sleppa av við lús, men øll avlúsing er strongjandi fyri fiskin. Summi alibrúk nýta hitaviðgerð sum avlúsing, og tað er eingin loyna, at tann viðgerðin fer eitt sindur harðari við fiskinum, sigur Heidi Mortensen.

 

##med4##

 

Djóravælferð

 

Tað er ikki bert fyri at minka um framleiðslukostnaðin hjá alivinnuni, at neyðugt er at fáa meiri vitan um hjartasjúkur hjá alilaksi.

 

- Vinnan ynskir at ala burðardygt og at tryggja djóravælferðina. Hjartatrupulleikar eru eitt greitt tekin um, at fiskurin ikki hevur tað nóg gott. Og tað er ein trupulleiki fyri umdømið hjá vinnuni.

 

- Brúkarin krevur, at fiskurin, ið hann keypir, hevur havt tað gott. Um fiskurin hevur vánaliga heilsu, vil brúkarin ikki hava hann, og so rinda alararnir eisini ein høgan prís fyri tað, sigur Heidi Mortensen.

 

Ph.d. verkætlanin hjá Heidi Mortensen kann geva alivinnuni ikki bara í Føroyum, men eisini aðrastaðni, gagnliga vitan, sum hon kann brúka til at tillaga sína aling eftir. 

 

- Royndir vísa eitt nú, at fiskur, ið verður hildin longri á landi í lægri temperaturi, veksur spakuligari og hevur minni avskeplingar í hjartanum. Vit fara at kanna, um temperatururin eisini ávirkar krúnulívæðrina, og um lægri hitin ger fiskin betri føran fyri at tola avbjóðingarnar á sjónum.

 

- Um fiskurin verður hildin longri á landi, verður framleiðslukostnaðurin hægri, men afturfyri verður fellið í ringunum vónandi minni, sigur Heidi Mortensen.

 

 

DigiHeart

 
 

FAKTA

 

Navn: Heidi S. Mortensen
Fødd 1981
BSc í lívfrøði frá Fróðskaparsetri Føroya 2007
MSc í lívfrøði frá Fróðskaparsetri Føroya 2013
Sergrein í havlívfrøði, vevnaðarfrøði og nervavísindi
Umhvørvisviðgeri á Umhvørvisstovuni 2010 – 2018
Granskari á Fiskaaling 2018  -

 

 

 

 

Heidi Mortensen fer at brúka næstu fýra árini til at kanna krúnulívæðrar hjá alilaksi. (mynd: Ólavur Frederiksen)

Avskeplað hjørtu eru ofta avlong, rund og slaskut.

Krúnulívæðrin (bláu strikurnar) liggur sum ein krúna rundan um hjartað og gevur tí súr- og føðsluevnir. Krúnulívæðrin verður ofta tipt við tíðini (reyða strikan).

Tveir fiskar, tvey hjørtu. Tað minna er frá einum fiski beint eftir, at hann er komin á sjógv. Tað størra er frá einum fiski beint undan, at hann skuldi slaktast.