HM: Danmark er greiður favorittur móti Spania

Veddingarfyritøkurnar peika greitt á Danmark sum favoritt til at vinna seg í HM-finaluna í manshondbólti

HM-hálvfinalurnar í manshondbólti vera leiktar seinni í dag.

 

Klokkan 17 leika Danmark og Spania í Gdansk í Pólandi, og klokkan 20 leika Svøríki og Frakland í Stokkhólmi.

 

16 altjóða veddingarfyritøkur hava Danmark sum greiðan favoritt móti Spania. Oddsini uppá sigur til Danmark liggja millum 1,18 og 1,27.

 

Oddsini uppá sigur til Spania liggja millum 4,90 og 6,50, so Danmark kann ikki renna undan, at teir eru greiðir favorittar.

 

Í hinari hálvfinaluni millum Svøríki og Frakland er tað rættiliga opið. 

 

Tað flytur væl eitt sindur til Fraklands, at besti leikarin hjá Svøríki, Jim Gottfridsson er úti við skaða.

 

Gjøgnumsnitsoddsini uppá franskan sigur eru 1,97, meðan gjøgnumsnitsoddsini uppá svenskan sigur eru 2,25, so har er lagt upp til ein spennandi og javnan dyst. 

 

Vónandi fáa vit eina HM-finalu millum tvey norðurlond sunnukvøldið klokkan 19.30.