HM: Danmark vann millumbólk 1 við fullum stigatali

Mathias Gidsel og Emil Nielsen gingu undan, tá Kekkia gav góða mótstøðu

Mynd: Scanpix Ritzau

Danmark vann HM-millumbólk 1 við fullum stigatali, 10 stigum.

 

Danmark fekk góða mótstøðu frá Kekkia í Boxen í Herning í kvøld, men við stórum avrikum hjá Emil Nielsen í málinum, ið bjargaði 52 prosent av málroyndunum, og framúr avriki hjá Mathias Gidsel, ið skoraði 10 mál bar tað heim hjá Danmark. Simon Pytlick stóð eisini fyri einum góðum avriki í dag. 

 

Í fyrra hálvleiki var tað tungt hoyggj hjá Danmark at skora móti Tomáš Mrkva í kekkiska málinum. Kekkiska verjan stóð eisini framúr væl. Danmark var á odda 12-10 í steðginum. Tað loysnaði tó munandi í seinna hálvleiki, og tað endaði við einum rættiliga greiðum 28-22 sigri til Danmark.

 

Jóhan á Plógv Hansen skoraði eitt gott mál, men brendi tíverri eitt brotskast.

 

Í sama bólki vann Sveis 33-25 (14-9) á Italia. Klokkan 19.30 í kvøld spæla Týskland og Tunesia seinasta dystin í bólkinum.

 

Danmark hevur við 10 stigum vunnið bólkin. Týskland verður nummar tvey við antin seks, sjey ella átta stigum. Sveis er nummar trý við fimm stigum. Italia hevur fýra stig á fjórða plássinum, og Kekkia er nummar fimm við trimum stigum. Tunesia endar aftast í bólkinum við antin ongum, einum ella tveimum stigum, alt í mun til hvussu tað gongur móti Týsklandi.

 

Kekkia-Danmark 22-28 (10-12)

 

Toppskjúttar Kekkia: Daniel Blaha 5, Lukas Morkovsky 3, Dominik Solak 3, Martin Rakousky 3, Matej Havran 3.

 

Toppskjúttar Danmark: Mathias Gidsel 10, Simon Pytlick 6, Emil Jakobsen 4, Jóhan á Plógv Hansen 1. 

 

Italia-Sveis 25-33 (9-14) 

 

Toppskjúttar Italia: Leo Prantner 7, Marco Mengon 4, Andrea Parisini 4. 

 

Toppskjúttar Sveis: Lenny Rubin 9, Luka Maros 7, Dimitrij Küttel 5. 

 

 

 

 

 

Mynd: Scanpix Ritzau