HM: Egyptaland hevur vunnið seg í fjórðingsfinaluna

Egyptaland og Danmark fara at stríðast um at sleppa undan at møta Svøríki í fjórðingsfinaluni

Egyptaland hevur triðja HM-endaspælið á rað vunnið seg í fjórðingsfinaluna. 

 

Egyptaland eru framvegis við fullum stigatali í millumbólki 4 aftaná fýramálssigur á Bahrain í dag.

 

Egyptar hava átta stig, og Danmark hevur fimm stig. Danmark vinnur við 99,9 prosents vissu á USA í kvøld klokkan 19.30, og so verður tað mánadagin í dystinum millum Danmark og Egyptaland, at londini skulu stríðast um at vinna bólkin og sleppa undan at møta Svøríki í fjórðingsfinaluni í Stokkhólmi.

 

Kroatia kann røkka sjey stigum, men teir hava nógv verri málmun enn Danmark, og tað verður neyvan broytt tá Danmark í kvøld hevur spælt móti USA. 

 

Liðið sum vinnur millumbólk 4 skal møta Portugal ella Ungarn í fjórðingsfinaluni, ið er at fyritrekkja framum vertslandið, Svøríki. 

 

Bahrain – Egyptaland 22-26 (9-13)

 

Bahrain : Ali Merza Ali 6, Husain Alsayyad 4, Mohamed Mohamed 4, Qasim Qambar 3, Ali Eid 2, Hasan Ali 1, Mujtaba Alzaimoor 1, Mohamed Ali 1.

 

Egyptaland : Yehia Elderaa 5, Akram Saad 4, Mohammad Sanad 4, Ali Mohamed 4, Mohsen Mahmoud 3, Ahmed Mesilhy 3, Seif Elderaa 2, Ahmed Mohamed 1.

 

Støðan:

 

NrLið:DystirVJTMálmunurStig
1Egyptaland4400125:888
2Danmark3210111:815
3Bahrain4202105:1174
4Kroatia311194:853
5Belgia300384:1060
6USA300365:1070