HM: Frakland og Niðurlond eru víðari til fjórðingsfinalurnar

Frakland og Niðurlond vunnu aftur stórsigur í dag

Mynd: Franska hondbóltssambandið, FFHB

Frakland og Niðurlond hava vunnið seg trygt víðari til HM-fjórðingsfinalurnar úr HM-millumbólki 3, ið verður leiktur í Rotterdam.

 

Eftir er bara hjá Fraklandi og Niðurlondum at spæla eina bólkafinalu undan fjórðingsfinalunum. 

 

Frakland vann stórsigur á Argentina, og Niðurlond vunnu stórsigur á Póllandi. Heldur óvæntað tapti Eysturríki fyri Tunesia. 

 

Frakland og Niðurlond hava átta stig hvør. Pólland hevur fýra stig. Tunesia og Eysturríki hava tvey stig hvør. Argentina hevur einki stig.

 

4. desember:

 

Argentina – Pólland 25-28 

 

Frakland – Eysturríki 29-17

 

Niðurlond – Tunesia 39-21

 

6. desember:

 

Eysturríki – Tunesia 25-27

 

Pólland – Niðurlond 22-33

 

Argentina – Frakland 17-29

 

8. desember:

 

Frakland – Niðurlond.

 

Pólland – Eysturríki.

 

Tunesia – Argentina.

 

Mynd: Franska hondbóltssambandið, FFHB