HM: Ísland tapti greitt fyri Montenegro í okkara millumbólki

Ísland hevur framvegis fyrsta stigið til góðar

Ísland hevði einki stig við sær yvir í HM-millumbólk 2, og tær hava framvegis einki stig í okkara millumbólki.

 

Ísland tapti fyri løtu síðani greitt 27-36 fyri Montenegro, ið Føroyar taptu 27-32 fyri í innleiðandi bólki D.

 

Sambært Morgunblaðnum var gongdin í dystinum hendan: 0:2, 1:3, 4:5, 5:8, 7:11, 11:14, 12:18, 14:22, 19:26, 21:30, 23:33, 27:36.

 

Þórey Anna Ásgeirsdóttir, Dana Björg Guðmundsdóttir og Elín Rósa Magnúsdóttir vóru toppskjúttar hjá Íslandi við seks málum hvør. Dijana Trivic og Tatjana Brnovic vóru toppskjúttar hjá Montenegro við sjey málum hvør.

 

Montenegro hevur fýra stig fyri tríggjar dystir.

 

Klokkan 19.30 spæla Føroyar móti vertstjóðini, Týsklandi frammanfyri 15.000 í Westfalenhallen í Dortmund.