HM: Íslendingar røkka ikki fjórðingsfinalunum

28-30 ósigurin fyri Ungarn í innleiðandi bólkaspælinum kostar íslendingum dýrt

Ungarn sendi Ísland út í myrkrið við sigrinum á Kap Verde í dag

Í millumbólki 2 í HM-endaspælinum í manshondbólti vann Ungarn fyrr í dag stórsigur 42-30 (22-15) á Kap Verde. 

 

Úrslitið hevur við sær, at Ísland kann ikki røkka øðrum plássinum longur, sjálvt um íslendingar vinna á Brasil og enda eisini á seks stigum eins og Ungarn. Ungarn er betri innanhýsis.

 

Ungarn vann í innleiðandi bólkaspælinum 30-28 á Íslandi. Ísland var á odda 25-19, men tað íslendingar nevna "Ungarns-grýlan" gjørdi aftur um seg, sipandi til, at Ísland hevur tað altíð torført móti Ungarn.

 

Ungarn hevur enn ikki tryggjað sær annað plássið, Ungarn hevur brúk fyri, at Svøríki sum hevur vunnið millumbólk 2 vinnur ella fær stig móti Portugal í kvøld. Vinnur Portugal enda portugisar á øðrum plássinum.

 

Kap Verde – Ungarn 30-42 (15-22)

 

Kap Verde : Bruno Landim 8, Edmilson Araujo 6, Paulo Moreno 6, Delcio Pina 3, Leandro Semedo 3, Rafael Andrade 2, Elledy Semedo 1, Admilson Estaliny Furtado 1.

 

Ungarn : Miklos Rosta 7, Richard Bodo 7, Bendeguz Boka 7, Egon Hanusz 6, Bence Banhidi 5, Gabor Ancsin 4, Pedro Rodriguez Alvarez 3, Adrian Sipos 1, Zoran Ilic 1, Zoltan Szita 1.

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirVJTMálmunurStig
1Svøríki4400132:1038
2Ungarn5302148:1476
3Portugal4211116:1015
4Ísland4202128:1214
5Brasil4112101:1103
6Kap Verde5005138:1810

Ungarn sendi Ísland út í myrkrið við sigrinum á Kap Verde í dag