HM: Íslendingar vunnu seg í ovara millumspælið við stórsigri

Stórsigurin á Suðurkorea tryggjar íslendingum minst eitt annað pláss í bólki D

Íslendska manslandsliðið í hondbólti risti í dag skuffandi tapið fyri Ungarn av sær við einum 38-25 stórsigri á Suðurkorea. Ísland var á odda 19-13 í steðginum. 

 

Stórsigurin tryggjar íslendingum minst annað plássið í bólki D. Íslendingar hava fýra stig og málmunin pluss 15. Ungarn hevur fýra stig og málmunin pluss 10. Portugal hevur tvey stig og málmunin pluss fýra. Suðurkorea endar aftast við ongum stigi.

 

Í kvøld klokkan 19.30 spæla Ungarn og Portugal. Skuldi Portugal vunnið ein óvæntaðan sigur á Ungarn hava Portugal, Ísland og Ungarn øll fýra stig. Ungarn og Portugal vunnu bara áttamálssigrar á Suðurkorea, og tí tryggjar 13-málssigurin í dag íslendingum minst annað plássið í bólkinum.

 

Íslendski málverjin, Viktor Gísli Hallgrímsson var valdur til dagsins leikara. Hann hevði ikki færri enn 23 bjargingar, harav eitt bjargað brotskast. 

 

Gongdin í dystinum: 1:4, 3:6, 4:10, 7:13, 9:16, 13:19, 15:22, 17:26, 17:29, 19:33, 22:38, 25:38.

 

Málskjúttar Íslands: Óðinn Þór Ríkharðsson 11, Bjarki Már Elísson 8/3, Viggó Kristjánsson 6, Janus Daði Smárason 4, Aron Pálmarsson 2, Arnar Freyr Arnarsson 2, Elliði Snær Viðarsson 2, Gísli Þorgeir Kristjánsson 2, Elvar Ásgeirsson 1.

 

Toppskjúttar hjá Suðurkorea: Kim Yeon-bin, 4 Kang Jeon-gu 4.