Jana Mittún hevur havt eitt ótrúliga gott HM-endaspæl í hondbólti hjá kvinnum.
Hon hevur skorað 32 mál og hevur lagt upp til 29 mál. Sostatt hevur hon samanlagt 61 málstig í søguliga fyrsta HM-endaspælinum hjá føroyska kvinnulandsliðnum.
Tað er tað næsthægsta í kappingini. Bert Sorina-Maria Grozav hjá Rumenia er frammanfyri Janu við 67 stigum.
HER er topp-10 yvirlitið hjá altjóða hondbóltssambandinum:
##med2##
Kelda: IHF












