Í HM-undanbólki K vann Ongland á Wembley leikvøllinum í London sjeynda sigurin á rað.
Ongland vann 2-0 á Serbia, og tað merkir, at serbar ongan møguleika hava at røkka øðrum plássinum í bólkinum.
Albania vann ein tepran, men sera týðandi 1-0 sigur á Andorra á útivølli. Sigurin tryggjar albanum annað plássið í bólkinum, og harvið rættin at spæla Play Off dystir um eitt HM-pláss.
Ongland er greitt oddalið við 21 stigum. Albania hevur 14 stig, meðan Serbia hevur 10 stig. Lettland hevur fimm stig, og Andorra er aftast við einum stigi.
Sunnudagin klokkan 17 verður leikt soleiðis í seinasta leikumfarinum: Albania-Ongland og Serbia-Lettland.
Ongland-Serbia 2-0 (1-0)
1-0 Bukayo Saka ('28 )
2-0 Eberechi Eze ('90 )
Andorra-Albania 0-1 (0-0)
0-1 Kristjan Asllani ('67 )











