Tíðliga seinnapartin var ein dystur leiktur í HM-millumbólkinum hjá Føroyum.
Í HM-millumbólki 2 í Westfalenhallen í Dortmund vann Serbia - ið Føroyar møta hósdagin - 31-29 á Spania.
Seint í dystinum var Spania á odda 26-20, men við einum flottum endaspurti vann Serbia seinastu løtuna av dystinum 11-3.
Jovana Jovovic var toppskjútti hjá Serbia við sjey málum. Danila So Delgado Pinto var toppskjútti hjá Spania við heili 11 málum.
Serbia hevur fýra stig, og Spania hevur tvey stig, bæði fyri tríggjar dystir.
Hósdagin klokkan 14.30 spæla Føroyar móti Serbia í Westfalenhallen.











