HM-skelkur: Saudiarabia feldi Messi og Argentina

HM 2022: So er fyrsti veruligi ítróttarligi skelkurin komin. Saudiarabia vann 2-1 á Argentina

Mynd: (Scanpix) Lionel Messi megnaði ikki at venda dystinum

Um HM 2022 skal verða krúnan á verkinum í longu yrkisleiðini hjá Lionel Messi, so skal nógv broytast. Tí Argentina tapti í dag 2-1 móti Saudiarabia.

 

Argentina kom flúgvandi frá byrjan. Longu eftir tveir minuttir mátti Mohammed Khalil Al Owais í málinum hjá Saudiarabia toyggja seg eftir skoti frá Lionel Messi. Løtu seinni umsetti Lionel Messi eitt bíligt VAR-brotsspark til mál.

 

Síðani skoraði Argentina tríggjar ferðir afturat í fyrra hálvleiki, men allar tríggjar ferðirnar var rangstøða í uppspælinum. Tað vóru tó tekin um, at Saudiarabia kundi fáa okkurt burturúr, tí Argentina var ikki sannførandi í verjustøðu.

 

Tey mundu tó verða fá, sum væntaðu at Saudiarabia fór at venda dystinum. Fyrsti skoraði Saleh Al-Shehri við fløtum skoti úr vinstru, og løtu seinni bleiv bragdið fullgjørt, tá Salem Al Dawsari úr somu vinstru síðu sendi bóltin upp í handara málhorn.

 

Argentina hevði nokk at tíð til at svara aftur, men hvørja ferð stóð Mohammed Khalil Al Owais fyri. Málverjin hjá Saudiarabia bleiv eisini valdur til dagsins spælara. Eyðkent fyri dystirnar higartil í HM kappingini er, at tað verða lagdir nógvir minuttir afturat.

 

Hesa ferð var aftur ein ógvusligur samanstoytur, tá Mohammed Khalil Al Owais kom út úr málinum og av ósketni rendi knæið beint í andlitið á egnum verjuspælara. Hóast drúgva eykatíð spurdist einki burturúr.

 

Hetta er eisini fyrsta tapið hjá Argentina eftir ein røð á 36 dystir ósigraðir. Metið eigur Italia við 37 dystum upp í slag uttan tap.

 

Argentina – Saudiarabia 1-2 (1-0)

 

1-0 Lionel Messi, 10 br

 

1-1 Saleh Al-Shehri, 49

 

1-2 Salem Al Dawsari, 53

 

Argentina (4-2-3-1): Martinez; Molina, Romero (Lisandro Martinez 59), Otamendi, Tagliafico (Acuna 71); De Paul, Paredes (Fernandez 59); Di Maria, Messi (c), Papu Gomez (Alvarez 59); Lautaro Martinez

 

Á bonkinum uttan at koma inn: Armani (GK), Rulli (GK); Foyth, Montiel, Pezzella, Palacios, Correa, Almada, Rodriguez, Mac Allister, Dybala

 

Venjari: Lionel Scaloni

 

Saudi Arabia (4-4-1-1): Al-Owais; Abdulhamid, Tambakti, Al-Boleahi, Al-Shahrani (Al-Breik 90+9); Al-Shehri (Al-Ghannam 78), Kanno, Al-Malki, Al-Dawsari; Al-Faraj (c, Al Abed 45+4; (Al-Amri 89)); Al-Buraikan

 

Á bonkinum uttan at koma inn: Al-Rubaie (GK), Al-Aqidi (GK); Madu, Otayf, Al-Hassam, Al-Najei, Bahebri, Al-Oboud, N. AlDawsari

 

Venjari: Herve Renard

 

Gul kort: Al-Malki, Al-Boleahi, Al-Dawsari, Abdulhamid, Al-Abed, Al-Owais

 

Dómari: Slavko Vincic (Slovenia)

 

Áskoðarar: 88,012

 

Mynd: (Scanpix) Lionel Messi megnaði ikki at venda dystinum

Mynd: (Scanpix) Saleh Al-Shehri (t.v) fegnast um 1-1 málið