HM-skelkur: Týskland kom ikki víðari

HM 2022: Japan vann á Spania í bólkafinaluni í bólki E. Tað merkir at Týsklandi ikki kemur víðari

Mynd: (Scanpix) Antonio Ruediger iðrar seg um brendan málmøguleika

Japan og Spania eru víðari úr bólki E, meðan Týskland óvæntað ikki er víðari. Eitt skifti var Kosta Rika víðari, tá teir vóru á odda móti Týsklandi, men endaðu við at tapa 4-2.

 

Japan – Spania 2-1 (0-1)

 

0-1 Morata

 

1-1 Doan

 

2-1 Tanaka

 

Kosta Rika – Týskland 2-4 (0-1)

 

0-1 Gnabry, 10

 

1-1 Tejeda, 58

 

2-1 Neuer, 70 Sjálvm

 

2-2 Havertz, 73

 

2-3 Havertz, 85

 

2-4 Fullkrug, 89

 

Japan skuldi vinna í kvøld, fyri at koma víðari. Tað megnaðu teir, eftir at hava verið aftanfyri 1-0. Álvaro Morata legði Spania á odda, men upp á tríggjar minuttir tíðliga í seinna hálvleiki vendi dysturin. Fyrst Ritsu Doan og síðani Ao Tanaka.

 

##med2##

 

Tað verður óiva nógv at hoyra um 2-1 málið, tí myndir vísa at bólturin er at síggja til uttanfyri, men VAR segði at bólturin var innanfyri. Sigurin var nokk til at tryggja Japan víðari luttøku sum nummar eitt. Japan skal nú møta Kroatia og Spania skal møta Marokko.

 

Týskland var stórfavorittur at koma víðri undan HM, men stendur nú eftir við ongum. Týskland hevði brúk fyri hjálp frá Spania, men hon kom ikki. Týskland var eitt skifti aftanfyri 2-1, men greiddi sín setning við at vinna 4-2.

 

Bólkur E:

 

1: Japan 6

 

2: Spania 4

 

3: Týskland 4

 

4: Kosta Rika 3

 

Mynd: (Scanpix) Antonio Ruediger iðrar seg um brendan málmøguleika

Mynd: (Scanpix) Fegnir japanarar, sum hava skorað til 2-1