Undan HM: Spania vann í seinasta venjingardystinum

Mikel Oyarzabal skoraði enn einaferð

Mynd: Ritzau Scanpix

Verandi evropameistararnir, Spania fingu eina góða undansýning áðrenn HM-endaspælið.

 

Í seinasta venjingardystinum á Estadio Cuauhtemoc leikvøllinum í Puebla í Meksiko vann Spania 3-1 á Peru. Støðan var 3-0 áðrenn Peru megnaði at svara aftur.

 

Mikel Oyarzabal skoraði sætta dystin á rað fyri Spania, og nú eru spaniumenn spentir uppá um hann kann halda fast í góðu gongdini. 

 

Komandi mánadag klokkan 17 leggur Spania fyri í HM-endaspælinum við dysti í bólki H í Atlanta í Georgia móti Grønhøvdaoyggjum (Kap Verde). Hini bæði liðini í bólkinum eru Saudiarabia og Uruguay.

 

Spania-Peru 3-1 (2-0)

 

1-0 Mikel Oyarzabal (2.)

 

2-0 Pedri (32.)

 

3-0 sjálvmál (53.)

 

3-1 Jairo Vélez (66.)

 

Mynd: Ritzau Scanpix