HM: Svøríki vann størsta sigurin nakrantíð

Við 47-12 (25-8) sigrinum á Uruguay setti svenska manslandsliðið nýtt met

Svøríki vann í kvøld í HM-bólki C ein knúsandi 47-12 (25-8) sigur á Uruguay.

 

Talan er um størsta sigurin nakrantíð, ið svenska manslandsliðið í hondbólti hevur vunnið.

 

Gamla metið hjá Svøríki var frá HM-endaspælinum í 2005. Tá vann Svøríki 49-16 á Avstralia. Sostatt eydnaðist tað svenska landsliðnum í kvøld at bøta um metið við tveimum málum. 

 

Uruguay eru sum oftast knáir í fótbólti, og teir eru rættiliga knáir í rugby, har teir eisini ofta kappast í HM-endaspølum.

 

Uruguay hevur so eisini vunnið seg til HM-endaspælið í hondbólti, men tað má staðfestast, at her eru teir ikki líka sterkir sum í øðrum liðítróttum. 

 

Áhugin fyri hondbólti er eisini ógvuliga avmarkaður í Uruguay, samanborið við risastóra áhugan fyri fótbólti, og rættiliga stóra áhugan fyri rugby.