Danska manslandsliðið í hondbólti, ið er verandi heimsmeistari hevur rent seg í ein løgnan trupuleika.
Eingi sterk evropeisk mótstøðulið vilja spæla venjingardystir móti Danmark undan HM-endaspælinum í Svøríki og í Pólandi, sum byrjar 11. januar.
Tí spælir Danmark venjingardystir í kvøld og leygardagin móti Saudiarabia, ið hevur danskan landsliðsvenjara, Jan Pytlick.
Við TV2 sigur landsliðsvenjarin hjá Danmark, Nikolaj Jacobsen, at Danmark hevur ikki fingið teir venjingardystirnar hann hevði vónað: - Tað tykist sum hini sterku liðini vilja sleppa undan at møta okkum undan HM-endaspælinum.
Hondbóltsviðmerkjarin hjá TV2, Bent Nyegaard sigur, at tað er sera óheppið, at danska liðið ikki verður sparrað betur undan HM-endaspælinum.
Danmark er í innleiðandi HM-bólki saman við Bahrain, Belgia og Tunesia. Bólkurin verður avgreiddur í Malmö, so Danmark verður næstan á heimavølli.