HM U18: Føroyar vunnu dystin um 19. plássið

Við sigri á Slovenia eru Føroyar millum 19 tey fremstu U18-kvinnulandsliðini í heiminum

Føroyska U18-kvinnulandsliðið vann fyri løtu síðani dystin um 19. plássið í HM-endaspælinum í Norðurmakedonia.

 

Føroyar vunnu dystin 31-28. Í steðginum vóru føroysku kvinnurnar á odda 16-12. Slovenar togaðu seg upp á javnleik 23-23 og 26-26, men so fingu tær føroysku kvinnurnar drigið frá aftur.

 

Maria P. Nólsoy var vald at vera besti leikarin í dystinum.

 

U18-kvinnulandsliðið er fyrsta føroyska kvinnulandsliðið, ið hevur tikið lut í einum HM-endaspæli. Føroyar vunnu á Slovenia, Kasakstan, India og Eysturríki, og taptu fyri Portugal, Danmark og Spania. Samanlagt fýra sigrar og trý tap má sigast at vera góðkent.

 

Slovenia-Føroyar 28-31 (12-16)

 

Føroyar: Anna Elisabeth H. Weyhe 8, Lukka Arge 4, Maria P. Nólsoy 4, Karina D. Heinesen 3, Karin Egholm 3, Bjørk F. Joensen 2, Barbara Hammer 2, Hanna J. Dalsgarð 2, Silja Olivia Heðinsdóttir 1, Inga Maria Roysdóttir 1, Sára S. Mikkelsen 1.