HM U18: Taptu greitt fyri krútsterkum sponskum liði

Føroysku U18-kvinnurnar skulu spæla um 19. og 20. plássið í dysti móti Slovenia

Tað gjørdist ein torfør uppgáva hjá føroyska U18-kvinnulandsliðnum móti Spania í HM-endaspælinum í Norðurmakedonia í dag.

 

Liðini leiktu Play Off hálvfinalu um rættin at vinna seg í finaluna um 17. plássið, ið eisini verður nevnd President´s Cup finalan. 

 

Føroyar taptu greitt 23-36. Í steðginum var Spania á odda 19-11. 

 

Føroyar-Spania 23-36 (11-19)

 

Føroyar: Lukka Arge 6, Karin Egholm 4, Inga Maria Joensen 3, Maria P. Nólsoy 3, Anna Elisabeth H. Weyhe 2, Hanna J. Dalsgarð 1, Lea Mohr 1, Inga Maria Roysdóttir 1, Sára S. Mikkelsen 1, Karina D. Heinesen 1. 

 

Í morgin skulu Føroysku kvinnurnar spæla um 19. og 20. plássið í dysti móti Slovenia, ið tapti 24-31 (12-17) fyri Montenegro. Talan er um seinasta dystin hjá Føroyum í HM-endaspælinum í Norðurmakedonia. Dysturin byrjar klokkan 11.