Høgni Hoydal skal greiða frá um eitt mál sum ósemja er um

Onnur lond hava tikið støðu, men spurningurin er, hvat vit gera, sigur løgtingskvinna

Fer samgongan at loyva, at feløg fara at leita eftir olju í føroyskum øki. Tað er ein spurningur, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, nú skal greiða frá. Tað er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, sum hevur sett landsstýrismanninum spurningin.

 

Spurningurin um at leita eftir olju er ein rættiliga umstríddur spurningur. Tað eru nevniliga nøkur, eisini í Tjóðveldi, flokkinum hjá landsstýrismanninum, sum eru av teirri sannføring, at vit skulu seta proppin og ikki aftur fara at leita eftir olju í føroyskum øki.

 

 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at samgongan hevur onki skrivað í samgonguskjalið um oljuleiting, so hin heldur, at tað er ógreitt, hvat samgongan ætlar á hesum økinum - ella um nøkur semja er um oljuleiting yvirhøvur.

 

– Vit mugu ásanna, at heimurin fer at vera bundin av olju í nógv ár fram, og tørvurin á orku er vaksandi. Noreg hevur tikið avleiðingarnar og fer at seta rættiliga ferð á oljuleiting, og Bretland hevur eisini sett ferð á arbeiðið at leita eftir olju, sigur hon

 

Hon vísir eisini á, at í Týsklandi hava tey trupulleikar av orkutroti og tí fara nú aftur at byggja kolavinnuna út.

 

– Londini rundan um okkum hava sæð álvaran og tey gera nakað við tað. Men spurningurin er, hvat gera vit í Føroyum fyri at verða við til at bjarga Evropa úr orkukreppuni, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

 

Seinast í hesum mánaðinum fer Løgtingið so at taka støðu til um Høgni Hoydal skal svara spurninginum. Tað fer Løgtingið at samtykkja, tí tað gera tey altíð og so skal spurningurin svarast einaferð seinni.