Seinnapartin var føroyingauppgerð í tríðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Daniel Johansen og liðfelagarnir í Thisted tóku ímóti Hørði H. Askham og liðfeløgunum í AB.
Dysturin endaði við einum 1-0 sigri til AB. Argentinski, Emiliano Gomez skoraði sigursmálið tá seks minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.
Daniel hevði eina góða frísparksroynd, ið brast á stongina hjá AB, so hann og liðfelagarnir kunnu veruliga iðra seg.
AB er nummar seks í deildini við 18 stigum. Thisted er nummar átta við 14 stigum.
Komandi fríggjakvøld spælir Thisted móti Skive á útivølli. Dagin eftir tekur AB móti Roskilde á heimavølli.