Hetta skilst frá keldum á Jarðfeingi, sum nú í eina tíð hevur bíðað í spenningi eftir, at ENI skuldi fara undir at bora sjeynda brunnin á landgrunninum.
At boringin nærkast kundi arbeiðsfundurin og økta virksemið í hølunum hjá ENI í Havn í farnu viku bent á. Tá vórðu umboð fyri ENI og ymsar myndugleikar savnað til at gjøgnumganga eitt nú tilbúgvingarætlan og øll onnur hugsandi viðurskifti í sambandi við boringina.
Tað hevur tikið meiri tíð hjá Total, sum í løtuni brúkar boripallin í norskum øki at gera sítt arbeiði liðugt. Og tí er boriskráin broytt nakrar ferðir hesa seinastu tíðina. Men nú tykist løtan nærkast, tá hol aftur verður sett á føroysku undirgrundina.
Úrslit í september
Boringin er mett at taka umleið 75 dagar, og tað merkir at verður borurin settur í fyrst í juli mánað, so verður hon liðug umleið hálvan sepøtember. Tað er trupult at fáa nakað at vita frá italska fyristøðufelagnum um komandi boriverkætlanina. Men hyggja vit í seinastu útgávuna av Faroe Business Report, sum kom út nú um dagarnar, so verður sambært skotska oljujournalistinum, Jeremy Cresswell, mett, at Anne Marie leiðin inniheldur møguleika fyri einum góðum úrsliti. Dýpið, har borað verður, er 1250 metrar. Farið verður eftir serstakliga tveimum málum í undirgrundini, og serfrøðingar meta, at annað málið kann goyma upp í 600 mill. tunnur av olju og hitt millum 500 mill. og 2 milliardir tunnur.
Bjartskygdur
Graham Stewart, stjóri í Faroe Petroleum, sum er við í verkætlanini, er bjartskygdur og sigur við Faroe Business Report, at Anne Marie leiðin er tann leiðin á Føroyaøkinum, sum er best kannað. Felagið hevur verið við í oljuleitingini frá byrjan fyri 10 árum síðani. Hann sigur, at Anne Marie er eitt sera stórt prospekt (485 km2) og líkist nógv tí stóra oljufundinum, sum er gjørt beint hinumegin markið, Rosebank/Lochnagar.
Anne Marie er bert 30 kilometrar frá hesi kelduni. Hann vísir á, at har er lítið basalt. Sagt verður, at hetta er mest lovandi økið í Føroyum og verða kolvetni funnin, so verður tað nakað stórt. Váðin er moderatur, nú man er farin at skilja jarðfrøðina í hesum økinum betur. Hann sigur eisini við blaðið, at Anne Marie er nógv øðrvísi enn Williamøkið, sum BP boraði í 2007 og 2008, har teir máttu gjøgum tjúkk basaltløg, áðrenn komið varð niður á sediment, sum so aftur vóru skuffandi.
Jeremy Cresswell heldur sjálvur fyri í greinini, at tað annars sera loynisama oljufelagið ENI fer helst at verða undir stórum trýsti til at kunngera úrslitið av boringini heldur fyrr enn seinni, orsakað av føroyska tjóðskaparliga áhuganum.
Umframt ENI, sum hevur 30% í loyvinum, hava Dana Petroleum 25%, OMV 20%, Faroe Petroleum 12,5% og Cieco 12,5%.