Upptakt: Holland er skal reisa seg úr øskuni

EM 2020: Eftir at hava sitið yvir í tvey endaspøl, so skal Holland reisa seg og liva upp til søguna

Holland hevur ein stolta fótbóltssøgu og vann EM í 1988. Seinastu fimm árini hava tó verið alt annað enn glæsilig fyri Holland, sum ikki var við til EM 2016 ella HM 2018 endaspælið.

 

Nú er Holland aftur, har sum tað hoyrir heima. Millum tey bestu í Evropa, men tað er ikki uttan avbjóðingar. Ronald Koeman var maðurin, sum førdi Holland til EM-endaspælið, men hann tók við sum venjari hjá FC Barcelona undan farna kappingarári.

 

Liðið er uttan stóru verjukempuna Virgil van Dijk. Miðverjin hjá Liverpool hevur verið langtíðarskaddur og vil ikki taka nakar kjansir til EM-endaspælið, hóast hann er farin at renna aftur. Liðið er eisini uttan fyrstaval í málinum, Jasper Cillessen, og Donny van de Beek er farin heim, tí hann er skaddur.

 

Nýggjur landsliðsvenjari er Frank de Boer. Hann var væl lýddur sum spælari, men hann tykist ikki hava líka nógvar fjepparar sum venjari. Stóri kritikkurin er, at hann er farin frá 4-3-3 til 5-3-2. Tað passar hollendarum illa.

 

Liðið hevur nógvar evnaríkar spælarar, men hetta er ikki eitt hollendskt landslið, sum nakar væntar fer at vinna EM.

 

Bólkur C:

Holland – Ukreina (20.00)

 

Dómari: Felix Brych, Týskland

 

Leikvøllur: Johan Cruijff ArenA, Amsterdam í Hollandi

 

Holland (5-3-2): Stekelenburg - Dumfries, de Vrij, de Ligt, Blind, Wijndal - Klaassen, Wijnaldum, de Jong - Weghorst, Depay

 

Hópurin hjá Hollandi:

 

Málverjar:

 

Marco Bizot, AZ

 

Tim Krul , Norwich

 

Maarten Stekelenburg, Ajax

 

 

 

Verjuspælarar:

 

Patrick van Aanholt, Crystal Palace

 

Nathan Aké, Manchester City

 

Daley Blind, Ajax

 

Denzel Dumfries, PSV

 

Matthijs de Ligt, Juventus

 

Jurriën Timber, Ajax

 

Joël Veltman, Brighton

 

Stefan de Vrij, Inter Milan

 

Owen Wijndal, AZ

 

 

 

Miðvallarar:

 

Ryan Gravenberch, Ajax

 

Frenkie de Jong, Barcelona

 

Davy Klaassen, Ajax

 

Teun Koopmeiners, AZ

 

Marten de Roon, Atalanta

 

Georginio Wijnaldum, Liverpool

 

 

 

Áleyparar:

 

Steven Berghuis, Feyenoord

 

Cody Gakpo, PSV

 

Luuk de Jong, Sevilla

 

Donyell Malen, PSV

 

Memphis Depay, Lyon

 

Quincy Promes, Spartak Moskva

 

Wout Weghorst, Wolfsburg