Soleiðis byggja teir í Silkeborg víðari á fyrsta sigurin í bestu donsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið, sum teir fingu farna vikuskifti.
Føroyski landsliðsleikarin byrjaði inni aftur og spældi 81. minuttir, áðrenn hann varð loystur av. Holst taldist millum eyðsýndu leikararnar, tí umframt at skora legði hann eisini upp til fyrsta málið og var maðurin handan aðrar stórar møguleikar hjá Silkeborg.
Christian Lamhauge Holst hevur sostatt skorað tríggjar dystir á rað, eftir at venjarin annars valdi at síggja burtur frá honum í samband við stóra dystin móti FCK fyri tíð síðani.
Við sigrinum hevur Silkeborg, eftir eina vanlukkuliga byrjan, hálað seg upp um niðurflytingarmarkið og hevur tíggju stig. Sama stigatal hevur AC Horsens, tó við verri málúrtøku, og so hevur AaB níggju stig.
Eins og vanligt er tað FCK, ið er fremst í bestu donsku fótbóltsdeildini.