Tórhild Dalsgaard er leiðari á sambýlinum oman Hoydalar, og hon greiðir frá, at Gudrun Olesen er eitt starvsfólk sum øll hini.
- Vit eru sera glað fyri at hava hana hjá okkum. Hóast hon ikki hoyrir og ikki hevur mál, á sama hátt sum vit, so er hon sera dugnalig í sínum arbeiðið. Hon er altíð nærverandi, og búfólkini eru sera glað fyri hana, sigur Tórhild Dalsgaard avgjørd.
Tórhild Dalsgaard hevur verið á stovninum, í umleið eitt ár, og ivast ikki í hvussu stóra jaliga ávirkan Gudrun hevur á stovnin.
- Tá eg kom her var eitt sindur av panikki í. Tað var ongin yvirskipað ætlan, og tí var Gudrun ofta nokk so einsamøll. Men vit gjørdu eina avtalu, um at eg skuldi vera kontaktpersónur hjá henni, og tað hevur riggað heilt væl, greiðir leiðarin frá, um skipanina hon og Gudrun hava gjørt við smsum.
Tórhild Dalsgaard greiðir eisini frá, at ein stór hjálp, er at Gudrun er so opin, og at tað ger at samarbeiðið gongu so náttúrliga.
Er skelkað av grannalondunum
Spurd um arbeiðsloysis tølini í grannalondunum er Tórhild Dalsgaard skelkað.
- Eg skilji hatta í veruleikanum ikki. Eg havi fyrr arbeitt við deyvum starvsfólkið, so Gudrun er ikki tann einasta, og eg skilji í veruleikanum ikki, at tað kann vera so. Gudrun er í hvussu so er sera dugnalig til arbeiðið hjá sær, og hon gevur stovninum eina rúgvu við síni nærveru. Hon hevur eisini lært nógv av okkum tekin, og tað er sjálvandi eisini stuttligt, greiðir Tórhild Dalsgaard frá.
Tulkatænastan
Sambært Tórhild Dalsgarð hevði tað, hóast góðan vilja og so framvegis, verið sera torført at havt deyv í starvi um ongin tulkatænasta var.
- Tulkatænastan er gull verd. Tey eru við til fundir, útferðir og alt annað, har tað er serliga týdningarmikið, at Gudrun fær alt við. Vit fáa altíð tolk, tá vit hava tørv á tí, og tað ger, at arbeiði fellur so lætt.
Brek eru góðtikin í Føroyum
- Tað vísir seg sum, at øll kenna onkran, ið ber brek í Føroyum, og tí eru tey kanska eina meira góðtikin partur av samfelagnum, og tað kann vera ein orsøk til, at vit ikki síggja tað sum nakran trupulleika, at fólk eru so tollerant, fortelur Tórhild Dalsgaard, sum ikki er í iva um, at tað er ein fyrimunur at vit loyva teimum, ið bera brek at arbeiða, har tey kunnu.