Hon fekk virðislønina í ár

Hon dugir at siga frá so at øll skilja tað

Tað var Maria Skaalum Petersen, granskari á Fróðskaparsetrinum, sum fekk Ársins miðlaheiður 2022 fyri sína góðu, vísindaligu miðling. Heiðurin varð latin, nú Vísindavøkan í Løkshøll í Runavík, endaði.

 

– Á fyrimyndarligan hátt lýkur tú krøvini at vinna Ársins miðlaheiður, segði Øssur Winthereig, journalistur, tá ið hann handaði Mariu Skaalum Petersen, ársins miðlaheiður. Maria Skaalum Petersen, er ph.d. og lektari í heilsuvísindum, og granskingarleiðari.

 

Maria dugir sera væl at leggja granskingina fram á lætt skiljandi, gerandisligan og ótilgjørdan hátt. Javnan er hon frammi og málber seg soleiðis, at øll kunnu skilja, og hennara miðling er bæði umfatandi og á so mongum pallum, segði Øssur Winthereig vegna Føroysk Miðlafólk, tá ið hann handaði henni heiðurslønina vegna Granskingarráðið.

 

Tey, sum higartil hava vunnið Ársins miðlaheiður fyri gransking, eru:

 

 

 

2012 - Dorete Bloch

 

2013 - Pál Weihe

 

2014 - Kári Sólstein

 

2015 - Bogi Hansen

 

2017 - Jens-Kjeld Jensen

 

2018 - Magni Mohr

 

2019 - Lis Mortensen

 

2020 - Debes Christiansen

 

2021 - Marnar Fríðheim Kristiansen.                                                                

 

2022 - Maria Skaalum Petersen