Hondbóltslandsliðið til Luksemburg

Hondbóltur: Føroyska manslandsliðið fer í næstum til Luksemburg, har tveir venjingardystir eru á skránni

Um slakar tríggjar vikur, dagarnar 27. og 28 oktobur, skal føroyska manslandsliðið í hondbólti spæla tveir vinardystir ímóti Luksemburg. Hetta er eitt frálíkt mótstøðulið at fyrireika seg ímóti, og eftir at liðini spældu venjingardystir í fjør í Kollafirði og í Vestmanna, fara føroysku hondbóltsmenninir á vitjan í Luksemburg. Kári Nielsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hesar leikarar til teir báðar dystirnar:

Bartal Kamban, Neistin
Mikkjal Hansen, Neistin
Ári Dam, H71
Tóraldur Kolskerð, H71
Finnur Hansson, Kyndil
Høgni Klein Olsen, Kyndil
Andrias Sólskerð, Kyndil
Tóny Weyhe, KÍF
Hans Eli Sigurbjørnson, KÍF
Andrias Nielsen, KÍF
Ási Dam, KÍF
Rúni Joensen, KÍF
Rúni Højgaard, H71
Beinur Davidsen, Neistin
Joen Pauli Høgnesen, VÍF
Andreas Eriksen, VÍF
Jóhan á Plógv, Skanderborg HK
Tróndur Kragesteen, Holte IF
Rókur Akralíð, Holte IF