Hondbóltsfinta fyri 300.000 krónur

Fíggjarnevndarformaðurin viðgongur, at serliga játtanin til Hondbóltssambandið kann skapa fordømi fyri onnur, ið mangla pengar. – Men HSF var í eini heilt serligari støðu, sigur Bárður Nielsen

Ein spildurnýggj játtan sá dagsins ljós inni í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum, í fíggjarlógarviðgerðini millum 2. og 3. viðgerð.

 

Hondbóltssambandið (HSF) fær nevniliga 300.000 krónur til sítt landsliðsarbeiði.

 

- Tað er neyvan stuttligt at missa rættin til at spæla í altjóða kappingum, bara tí man ikki hevur brúkt møguleikarnar fyri at fara víðari, sigur Bárður Nielsen.

 

Fíggjarnevndarformaðurin, sum er gamal hondbóltsspælari og framvegis virkin innan hondbóltin, sigur seg skilja sera væl ta støðu, sum Hondbóltssambandið er komið í.

 

Sambært Bárði Nielsen hevur HSF fingið at vita frá evropeiska hondbóltssambandinum, at tey hava valt Føroyar frá, tí føroysk landslið hava ikki brúkt sín rætt til at spæla altjóða dystir.

 

Í síðstu viku sendi HSF út tíðindaskriv, har boðað varð frá, at føroyska U23 landsliðið við kvinnum ikki sleppur til komandi Challenge Trophy kapping av hesi orsøk.

 

Íkomna støðan fekk HSF at fara undir eitt virkið lobbyvirksemi í løgtinginum, nú fíggjarlógin skuldi avgreiðast.

 

Umboð fyri Hondbóltssambandið møtti í løgtinginum, og nakrar løgtingslimir fingu eisini skriv frá HSF, ið lýsti støðuna. HSF bað tí løgtingið um fíggjarliga hjálp fyri at tryggja, at føroysk landslið í framtíðini kunnu vera við í altjóða dystum.

 

Tá avtornaði játtaði Fíggjarnevndin 300.000 krónur til endamálið.

 

- Ja, yvirskipað kann hetta væl skapa fordømi fyri onnur, sum mangla pengar, ásannar Bárður Nielsen, sum tó verjir avgerðina:

 

- Her er talan um heilt serlig viðurskifti, ið gera seg galdandi. Eg haldi ikki, at HSF kundi vart seg móti hesi støðuni, sigur Bárður Nielsen.

 

Umbønin frá HSF um pengar varð tikin við í samlaðu viðgerðina, og gjørdist tí partur av telvingini um mongu játtanirnar, ið fíggjarnevndin viðgjørdi undan 3. viðgerð av fíggjarlógini.

 

Og tá avtornaði fekk Hondbóltssambandið so 300.000 krónur, ið skulu brúkast til landsliðsarbeiði.