Hondbóltssambandið og Búsetur byggja víðari

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur, hava í dag skrivað undir og longt samstarvsavtaluna, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF komandi hálvtriðja árið.

 

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og Sjúrður Holm, stjóri í Búsetri, hittust á HSF-skrivstovuni á Frúutrøð í dag, har sáttmálin var undirskrivaður. Búsetur verður við hesum verandi ein av sjónligu stuðlunum á øllum pallum HSF´s og á klæðunum hjá landsliðunum.

 

– Vit í Búsetri hava verið við á hondbóltferðini hjá føroyskum hondbólti í nøkur ár nú. Menningin hevur verið eyðsýnd og úrslitini góð bæði hjá ungdóminum, teimum vaksnu, kvinnum og monnum. Sum byggifyritøka fegnast vit um, at vit eisini kunnu vera við til at leggja grundarsteinar og byggja upp í ítróttarhøpi, sigur Sjúrður Holm.

 

– Vit eru sera fegin um, at Búsetur heldur fram sum stuðul hjá HSF. Teir hava verið við, nú vit hava verið í einum tíðarskeiðið, har vit hava roynt at lyft landsliðsarbeiðið upp á eitt hægri stig, og vit gleðast nú teir vilja verða við at tryggja, at hetta virksemi kann vera støðugt og áhaldandi komandi árini, sigur Gunn Ellefsen.

 

Sáttmálin er galdandi til og við 2023.