Hondbóltssending á FM1 hvønn fríggjadag klokkan 10

Ásbjørn N. Nattestad verður vertur í hondbóltssendingini

Àsbjørn N. Nattestad verur vertur í hondbóltssendingini hjá FM1

Komandi vikuskiftið byrjar landskappingin í hondbólti.

 

FM1 fer meðan kappingin er í gongd at hava eina hondbóltssending hvønn fríggjamorgun millum klokkan 10 og 11.

 

Vertur verður Ásbjørn N. Nattestad.

 

Fyrstu gestirnir hjá Ásbirni í morgin í samband við, at kappingarnar í SMS-deildini og í Burn Mansdeildini fara í gongd vera Sophus Dal Christiansen og Andreas F. Hansen.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo 

 

Àsbjørn N. Nattestad verur vertur í hondbóltssendingini hjá FM1