Hondbóltsútisetar: Leivur vann og Brandur tapti

Leivur Mortensen og liðfelagarnir í Odder vunnu sera týdningarmiklan sigur í botnstríðnum

Tvey føroyingalið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini vóru í leiki í dag.

 

Leivur Mortensen sum stóð seg væl í HM-undankappingardystinum móti Lettlandi skoraði fýra mál fyri lið sítt, Odder sum vann ein sera týdningarmiklan 32-27 sigur á Vendsyssel á útivølli. Serliga var tað fyrri hálvleikur sum hilnaðist væl hjá Odder, ið var á odda 16-11 í steðginum. 

 

Komandi mikukvøld spælir Odder heimadyst móti liðnum hjá Róki Akralíð, Odense.

 

Brandur Halgirsson skoraði eitt mál tá hann og liðfelagarnir í Ajax taptu sera tepurt 19-20 fyri Grindsted á útivølli. Í steðginum var Ajax á odda 11-10. 

 

Komandi leygardag spælir Ajax heimadyst móti HEI Skæring.

 

Støðan: 

 

 

 

Nr.LIÐ:DystirStig
1HC Midtjylland1528
2Team Sydhavsøerne1523
3HØJ 1423
4Grindsted GIF 1521
5Ajax 1615
6IK Skovbakken1514
7HEI Skæring1412
8Odder 1512
9TM Tønder 1411
10Otterup HK1411
11Roskilde 1410
12Vendsyssel169
13FIF148
14HC Odense137