Hondbóltsútisetar: Lív og Ajax vunnu niðurflytingarbólkin

Tvey føroyingalið í bestu donsku hondbóltsdeildini sleppa undan niðurflyting

Liðini hjá føroysku landsliðsspælarunum í bestu donsku hondbóltsdeildini, Ajax hjá Lív S. Poulsen og Randers hjá Pernille Brandenborg sleppa undan niðurflyting til næstbestu donsku deildina.

 

Lív S. Poulsen skoraði eitt mál tá lið hennara, Ajax ígjár vann 28-27 á Aarhus United á útivølli. Í steðginum var Aarhus á odda 15-13.

 

Ajax vinnur niðurflytingarbólkin við 10 stigum.

 

Pernille Brandenborg skoraði tvey mál fyri Randers, ið á heimavølli tapti 30-32 fyri Ringkøbing. Ringkøbing var á odda 15-14 í steðginum.

 

Randers endar sum nummar trý av teimum fimm liðunum í niðurflytingarbólkinum, og tær sleppa sostatt undan niðurflyting.

 

Ringkøbing endar aftast í niðurflytingarbólkinum, tí tær endaðu aftast í grundspælinum. Ringkøbing skal spæla upp- og niðurflytingardystir móti Ringsted.