Hondbóltur: Føroya vunnu 31-28 á Kekkia

U19 landsliðið hjá monnum hevur júst vunnið 31-28 á Kekkia í EHF Championship.

Mynd: Christian Nagata

Hálvleiksstøðan var 15-15 eftir at Føroyar vóru framman fyri 12-7 eftir 15 minuttir. Føroyar spældu væl fyrstu løtuna, men brendu stórar málmøguleikar. Føroyski venjarin, Julian Johansen segði eftir dystin, at málmaðurin hjá Kekkia stongdi rætt og slætt málið ta einu løtuna.

 

Men í seinna hálvleiki gekk betur, og ímóti dystarenda legði føroyska liðið seg greitt á odda við fimm málum. Dysturin endaði tó við trímálssigri, 31-28.

 

Eftir dysstin var føroyski málmaðurin, Pauli Jacobsen, kosin dagsins spælari.

 

Føroya møta Slovakia í hálvfinaluni leygardagin.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

 

 

Mynd: Christian Nagata

Pauli Jacobsen í føroyska málinum varð kosin dagsins spælari eftir dystin

Føroyski U19 venjarin, Julian Johansen

Mynd: Christian Nagata